Ungir sandoyingar aftur í B71

Tað var ein fegin formaður sum í gjárkvøldið og í morgun kundi taka í hondina á afturkomnu monnunum Áka Hentze og Alva Jespersen.

Útatil hevur felagið møguliga tykist ligið eitt sindur stilt, men aftanfyri kulissurnar henda altíð ting og sakir.

Serliga í vetrarhálvuni hevur felagið arbeitt hart uppá at styrkja á øllum økjum og tískil hava vit roynt at hildið øll tíðindir eitt sindur aftur, men í gjár og í morgun fingu vit so tær fyrstu tvær týdningarmiklu avtalurnar endaliga uppá pláss til 2019. Felagið hevur síðsta mánaðin arbeitt støðugt og hart uppá at seta seg í samband við yngri leikarar; báði teir ið longu spæla við felagnum, men eisini aðrar "í útlegd". Ætlanin er at 1. deildar hópurin hjá monnum skal styrkjast munandi við ungdómi, umframt at vit arbeiða uppá møguleikanum at kunna melda eitt eldri ungdómslið til fyri fyrstu ferð í longri tíð, so teir, ið ikki kunnu fara beint inn á 1. deildar liðið, fáa eina avbjóðing, ið passar til tað støðið teir eru á. Hendan lopfjølin frá barna- og ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólti hevur mangla leingi hjá felagnum, men hettar skal broytast til komandi kappingarár. Harvið kunnu vit gera okkara fyri at allir okkara evnaríku leikarar sleppa at halda á fram at leika í gul/bláu blusuni so leingi teimum lystir.

Ungu menninir, ið hava skrivað undir ein eitt ára sáttmála við B71, tvs. fyri kappingarárið 2019, eru uppvaksnir í felagnum, men hava í seinastuni leikt norðanfjørðs við B36, orsaka av at felagið ikki fekk bjóðað teimum nakað ungdómslið at leika við her suðuri. Vit gleðast um at teir kundu hava eina góða tíð við havnafelagnum, meðan vit gjørdu okkum til reiðar at taka ímóti teimum aftur, men ongin ivi skal valda um at málsetningurin hjá felagnum framyvir er at sandoyingar skulu sleppa at leika við B71. Alt lívið, um hugur er til tess.

Áki Hentze og Alvi Jespersen eru ávíkavíst av Sandi og Skopun. Áki er 17 ár, meðan Alvi er 16 ár. Alvi hevur longu tryggjað sær nakrar minuttir í 1. deild, tá hann skifti til B71 við kappingarenda í ár, meðan tað verður spennandi at síggja ein nýggjan Hentze mann í B71 troyggjuni aftur.

At enda er bert at siga at komandi tíðina verða fleiri nøvn til 1. deildar hópin hjá monnum kunngjørd, bæði á leikara og á venjarasíðuni, og at vit gleða okkum til kappingarárið 2019, ið heilt víst verður sera áhugavert fyri bæði felag og áskoðarar!

Drívið á B71!

Áki Hentze og formaðurin í B71, Karl Vidtfeldt

Alvi Jespersen og formaðurin í B71, Karl Vidtfeldt

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar