Loksins bragdaði aftur

Nógv stóð uppá spæl í niðurflytingarstríðnum, undan dagsins dystum í triðjseinasta umfari í 1. deild, men vit sluppu best frá tí hesu ferð.

Aftaná umfarið í farnu viku, varð støðan blivin smá hættislig. B71 var tá bert 2 stig frammanfyri Giza Hoyvík, ið hevði klóra sær uppeftir og hótti við at fara fram um í seinastu umførunum.

Veruleikin er tann at onnur hálva hevur verið øgiliga miseydnað hjá okkara monnum, ið hava staðið yvir fyri einum trupulleika fyri og øðrum eftir. Men, onki nyttar tað at gráta, her mátti vend koma í og hart arbeiði til.

Til dystin í síðstu viku hevði felagið eisini sæð seg noyddan til at siga farvæl við svenskara venjara okkara Stefan Hansson, fyri heldur at velja eina meiri kenda og trygga loysn í heimasandsmanninum, Eli Hentze, nú tað brendi so nógv á. Vit fara við hesum at takka Stefani fyri tiðina í felagnum og vit vita at ongar súrar minur munnu fara at standast av hesum. Tað gekk bara ikki og soleiðis er tað.

Dysturin í gjár var tó frískligur at fáa, nú tað hevur gingið eftir reyv so leingi. Nógvir áskoðarar, kanska eini 20-30, høvdu leitað sær í Gundadal at stuðla og vónandi merktu leikararnir stuðulin inni á vøllinum. Áskoðararnir fingu eisini nógv fyri pengarnar (hóast ongin betaldi), tí B71 hevur nógv av spælinum frá byrjan av í hálvleikinum, meðan HB leikararnir hava tað sera trupult at sleppa framvið verjuleikarunum Gunnar og Henga Lydersen mitt fyri og Frantzly og Klayver til høgru og vinstru. Vit stóðu kompaktir í verjustøðum og tóku góðar avgerðir.

Framm eftir gekk eisini rímiliga væl, vit koma til fleiri møguleikar, m.a. skýtir Símin Hansen tvær ella tríggjar ferðir á yvirleggjaran, áðrenn hann temur bóltin við bringuni, tekur eitt trekk og høggur til og í mál. Eitt sera flott mál, har málverjin ongan møguleika hevði at bjarga.

B71 leikararnir brúktu øgiliga nógva orku til tíðir at jakstra bóltar og tað sást kanska eitt sindur í 2. hálvleiki har teir fóru eitt sindur niður í tempo og HB slapp meira inn í dystin. Tað bleiv sjáldan ordiliga vandamikið og nýggi, gamli málverjin hjá okkum, Gerhard P. Lognberg, tók tey langskotini og leysu bóltarnar, ið takast skuldu.

Nervøsiteturin sást tíbetur ikki væl inni á vøllinum sum dysturin leið og tað "einans" var eitt mál á muni, men úti á áskoðaraplássunum merktist tað at nógv stóð uppá spæl. Útvarpið var frá og lurtað bleiv dúgliga eftir úrslitum frá Skála-Giza Hoyvík dystinum, samstundis sum man ynskti sær eitt B71 mál afturat í Gundadali. Ynski bleiv tíbetur uppfylt í 87. minutti, tá Klayver sendir eitt ótrúliga væl spælt innlegg innfyri til stóra Jóhan Hendrik "Henga" Lydersen, ið so morar bóltin í kassan við høvdinum. 0-2 og nú er lítið eftir á mál.

Meira hendir tó ikki í dystinum og tá tað frættist at úrslitini aðrastaðni eisini lagaðu seg til okkara fyrimuns, so kundu vit valla ynskja okkum eitt betri umfar.

 

Torførir dystir eftir

Týdningarmikið er at okkara menn taka hesar síðstu vikurnar av venjing í sera stórum álvara og leggja seg í selan, tí dystirnir sum eru eftir eru, fyrst ímóti B68, ið gera alt teir eru mentir fyri at flyta upp, og síðan enda vit heima ímóti ÍF, ið eru tryggjaðir uppflyting, men sum allarhelst vilja sleppa at enda árið við einum góðum úrslitið og kunnu spæla frítt.

Vit mugu nokk royna at feiða fyri egnar dyrð og ikki hugsa so nógv um møgulig úrslit aðrastaðni. Hugburðurin og huglagið í hópinum hjá okkum er nógv batnaður og tí er tað ikki ómøguligt at vit aftur her í endanum kunnu spæla upp ímóti bæði toftamonnum og fuglfirðingum, eins og vit gjørdu tað í 1. hálvu. Viljin má tó vera til staðar og hóast stigatalvan sær gott út beint nú, so hava vit longu upplivað at hettar kann venda skjótt.

Takið tí onki fyri givið. Gerið arbeiði liðugt. Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar