Kiksaði beinanvegin

1. hálvleikur fungeraði slett ikki hjá B71. 2. hálvleikur var væl frægari, men høvdu ikki uppiborið meira enn onki á degnum.

Hettar kappingarárið hevur verið ógvuliga bylgjandi hjá besta mansliðnum hjá B71. Av og til sær tað út til at alt fer at ganga upp í eina hægri eind og løtu seinni so fungerar onki.

Málsetningurin hevur tó allatíðina verið varin; í høvuðsheitum skulu vit bert sleppa okkum undan niðurflyting. Alt annað hevði bara verið bonus.

Áðrenn vit byrjaðu uppá 2. hálvu vóru vónirnar eisini sum vera man høgar og góðar fyri at hettar skuldi eydnast, og vónirnar eru enn góðar, nú vit telja niður til endan av kappingarárinum.

Hinvegin eru vit tíverri gliðin longur út í vandasjógv enn man annars kundi ynskt sær og sum tað sær út nú, so kunnu vit meir ella minni avgera hvussu spennandi vit ætla at gera endaspurtin, nú vit í næstu viku fáa Giza Hoyvík á vitjan, ið er í fer við tí heilt stóru bjargingarroyndini.

 

Allastaðni og ongastaðni í 1. hálvleiki

1. hálvleikur var onki at skriva heim um fyri okkara viðkomandi. Víkingur hevði valt eina varna og rættan framferðarhátt og spældu bóltin varisliga aftur og fram og lokkaðu okkum upp at pressa, hvørt eisini var okkara lagda ætlan fyri dagin. Trýstið hjá okkum eydnaðist tíverri somikið illa at gøtu/leirvíksmenn vóru konstant leysir ímóti okkara málið og uttan at fara og analysera hvørt einasta mál í hesum hálvleiki, so kunnu vit staðfesta at tey vóru 4 í talið og at Víkingur átti allan hálvleikin sum hann var.

 

Eyðsýndir batar í 2. hálvleiki

Í 2. hálvleiki vóru útskiftingar gjørdar og menn mundu hava fingið boð um at fara meiri eftir bóltinum enn teir høvdu gjørt í 1. hálvleiki, har okkara vóru alt ov smædnir. Sverri Dalsgaard kom inn á miðjuna og gjørdi reiðiligan mun, við sínum sterka fightara vilja, saman við hinum á liðnum, ið nú tyktust hava fingið betri mót uppá tað heila.

Trýstið endar eisini við at Tijani verður spældur fríur ímóti málinum og hóast hann hevur verið í einum málturkið í seinastuni, so er hann svikaleysur frammanfyri málinum og smoyggir bóltin framvið einum annars væl leikandi Víkinga málverja. Løtu seinni verður Tijani so feldur og dómarin metir tað hava verið innanfyri 16meturin. Hóast hann bleiv tíðiliga feldur, so var tað ringt at siga um hann í grundini var innanfyri ella uttanfyri, men metingin var at hann var innanfyri og so var brotsspark til B71. Símin verður settur at skjóta og velur at skjóta í høgru síðu. Málverjin hevur tó lúrt hann og parerar bóltin. Onki mál og B71 jakstrar enn dystin við lítlari tíð eftir.

Stutt fyri leiklok er tað Clayton Soares, ið kemur í vandastøðu frammanfyri Víkinga málinum og hann er somuleiðis tryggur og minkar um munin til 4-2. Høvdu vit havt skorað uppá brotssparkið, so var møguliga meiri spenningur um møguleikan fyri javnleiki, men ístaðin gerast frustratiónirnar meiri eyðsýndar og fríspørkini títtari. Frantzly Zephirin og Magnus Heinason hjá Víkingi endað eisini í skítbýttum hornatøkum í yvirtíðini og dómarin verður tí noyddur at reka báðar av vøllinum og dysturin, ið annars var spennandi og góður (um man væl at merkja sær burtur frá úrslitinum sjálvum), endar í rokið og keðiligum stemningi.

 

Undan dystinum var mett at tað mundi fara at vera trupult at fáa líkinda úrslit ímóti Víkingi á hesum sinni; eftir sat man tó við kensluni at vit kundu havt fingið okkurt burturúr um vit vóru til reiðar beinanvegin. Ístaðin gjørdu vit uppgávuna ómøguliga beinanvegin. Júst sum kvinnurnar upplivdu tað í farnu viku ímóti 07 Vesturi.

 

Týdningarmikil dystur leygardagin

Vit leggja nú hendan dystin og úrslitið frá okkum og síggja fram til eitt ógvuliga týdningarmikið vikuskiftið har eitt gott úrslit er krav, um vit væl at merkja vilja kenna okkum tryggari at spæla 1. deildarfótbólt í 2019 aftur.

Sum sagt, kemur Giza Hoyvík á vitjan, og hesir fara at geva okkara skarpan gang, tað er víst.

Vit sita sjálvir við teimum góðu kortunum og tað er upp til okkum at vísa rættan hugburð og fáa úrslitið til høldar.

 

Drívið á B71!

Dystir

Leygardagin, 20. oktober kl. 00:00
1. deild menn: B68-B71
Fríggjadagin, 26. oktober kl. 00:00
1. deild menn: B71-ÍF

Kunning

Vinnaratølini Neytalortakappingin 2018

- Gávukort á 15.000 kr frá Atlantic (503)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Miðstovugarði (566)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Uttastovugarði (434)
- Vínhyll frá Føroya Grótvirkið í Skopun (521)
- Lamb í heyst (509)

Hjartaliga tillukku og takk fyri sýndan stuðul!
Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115

 

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar