Nervøs byrjan kostaði dystin

Tíverri sóust nervarnir ov væl tann fyrsta hálvan tíman, tá persónligir feilir endaðu við at kosta.

Nógv stóð uppá spæl á Dungasandi í Sørvági í gjárkvøldi, tá kvinnuliðið hjá AB/B71 skuldi vestur at spæla týdningarmiklan dyst um 1. plássið ímóti a-liðnum úr Vágunum, ið undan dystinum lá á fyrsta plássið.

Treytirnar vóru tær at fingu okkara stig í gjár, so var møguleikin knappliga til staðar at leggja seg á odda í næstbestu kvinnudeildini og taka gullið. Taptu vit hin vegin, so er bert ein teoretiskur møguleiki eftir, aldan tí einasti dysturin, ið tá er eftir, er ímóti teirra egna b-liðið. Tann dysturin man at kalla bert vera ein avgreiðsluspurningur.

Trýstið var tískil á vitjandi liðnum at skapa dystin og fáa mál og tíverri bleiv trýstið kanska ov nógv tað fyrstu løtuna. Tað fyrsta kvarteri sóu okkara ikki serliga gott út, serliga í verjupartinum, har trý skjót mál rapað inn, áðrenn vit ordiliga raknað við. Mótbrekkan var tung beinanvegin og tá dómarin bríkslar til hálvleik tykist møguleikin mestsum vera farin, hóast liðið spældi betur seinastu minuttirnar áðrenn steðgin.

Tíbetur koma okkara kvinnur nógv, nógv betur út til 2. hálvleik. Uppsettar og møguliga við einari áminning frá venjaranum Tijani Mohammed, ið hevur gjørt eitt megnararbeiði við at venja kvinnurnar, síðan Bakary fór avstað, um hvussu spælast skuldi. Vágakvinnurnar dúvaðu nógv uppá umstillingar og langar bóltar frameftir í 1. hálvleiki, men hettar fingu okkara demma væl upp fyri í øðrum hálvleiki. Burtursæð frá einkultum hendingum, so sluppu tær nærum ikki framat meira. Hinvegin vóru okkara væl naskari ímóti 07 Vestur málinum og spældu framúr væl. Nógvar skift frá vinstru til høgru og høgru til vinstru síðu, gjørdi sítt til at stinna verjan hjá mótstøðuliðinum, bleiv hálað longur og longur úr positión, meðan róligt smáspæl mitt á miðjuni, har vit hildu uppá bóltin og forðaðu hinum í at vinna hann aftur, gjørdi sítt til at frustrerað verjandi liðið, ið knappliga gjørdi fleiri feilir.

Úrslitið gjørdist at Vár Miðberg, ið hevur verið á blettinum fyri AB/B71 fleiri ferðir í ár, kom at standa frammanfyri einum returi miðskeiðis í 2. hálvleiki, ið hon hegnisliga setti í netið. Okkara kvinnur vóru vandamiklar so at siga allan hálvleikin og at enda fær Gerda Magnusssen so minkað um munin eini 5-10 minuttir fyri leiklok og so er møguleikin knappliga fyri einum sterkum come-backi. Einir tveir møguleikar standast eisini av pressinum sum vit leggja á móti endanum, men tíverri høvdu vit ikki neyðuga hepni við okkum. Dómarin bríkslar fyri síðstu ferð og 3-2 sigurin til heimaliðið gjørdist endaliga úrslitið.

Eftir er bert at ergra okkum at okkara ikki vóru klárar beinanvegin, men hinvegin spældu tær ein megnardyst og ongin innsatsur lá eftir hjá nøkrum.

Herðaklapp skal eisini veitast 07 Vesturi fyri at hava tikið dystin í stórum álvara, serliga tá tað kemur til dómaratrioina, ið dømdi bæði væl og rættvíst allan dystin. Tíðliga í árinum klagaði 07 Vestur á heimasíðu síni um ringa døming inni í Dal og tá vit so komu vestur at spæla ímóti b-liðnum, so vóru knappliga ongir linjuverjar og ein nakað inhabilur dómari og tað er lítið virðiligt.

Sovorði skil var tíverri ikki í gjár. Tríggir væl valdir dómarar, ið dømdu væl; soleiðis skal tað helst altíð verða.

Vit gleða okkum til bæði síðstu dystirnar hjá kvinnunum, ið báðir verða á heimavølli. Fyrst ímóti ÍF/Víkingi 16. september og síðani ímóti EBS/Skála 23. september. Tveir góðir heimasigrar høvdu verið eitt flott plástur uppá sárið og tað ivast vit ikki í at okkara kvinnur megna um tær spæla helvtina so væl sum tær gjørdu í Vágunum í gjár.

Drívið á AB/B71!

Dystir

Leygardagin, 22. september kl. 00:00
1. deild menn: B71-Giza Hoyvík
Leygardagin, 22. september kl. 00:00
3. deild menn: B71-Skála
Leygardagin, 22. september kl. 00:00
U13 Gentur: Kapping í Gøtu/Leirvík
Leygardagin, 22. september kl. 00:00
U15 Dreingir: 07 Vestur-B71
Leygardagin, 22. september kl. 00:00
U9 Dreingir: Kapping í Streymnesi
Leygardagin, 22. september kl. 00:00
U9 Gentur: Kapping á Sandi
Sunnudagin, 23. september kl. 00:00
2. deild kvinnur: AB/B71-EBS/Skála
Leygardagin, 29. september kl. 00:00
U11 Dreingir: Kapping í Runavík
Leygardagin, 29. september kl. 00:00
U9 Dreingir: Kapping í Havn
Leygardagin, 29. september kl. 00:00
U9 Gentur: Kapping í Miðvági
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 21 37 49
2 ÍF 21 39 48
3 NSÍ 21 35 40
4 B68 21 13 39
5 Víkingur 21 -10 29
6 B71 21 -15 25
7 HB 20 0 22
8 Skála 21 -8 22
9 Giza Hoyvík 21 -19 14
10 TB/FCS/Royn 20 -72 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 12 20 24
3 TB/FCS/Royn 13 19 25
4 ÍF/Víkingur 13 12 22
5 EBS/Skála 11 -3 10
6 AB 13 -18 14
7 07 Vestur (b) 13 -27 8
8 Giza Hoyvík 13 -40 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar