Styttist alvorliga til oddin

Skjótt kann alt vendast á høvdið. Oddaliðið 07 Vestur tapti og felagsliðið AB/B71 vann!

Man hevði ikki meir enn sagt hálvtala orð um hvussu langur vegurin var upp til fyrsta plássið, so misti oddaliðið 07 Vestur (a) á útivølli ímóti ÍF/Víkingi, meðan felagsliðið hjá okkum vann tryggan 0-7 sigur á Argjum, eftir hálvleiksstøðuna á 0-4.

Enn skal man tó ikki taka alt í seg aftur, tí vegurin er enn langur og torførur og tað skal eitt sindur til at hála eina tílíka føring inn aftur.

Tá tað so er sagt, so gera kvinnurnar akkurát tað rætta. Tær spæla ein dyst at gangin og tá úrslitini í hinum dystunum laga seg so væl sum tey gjørdu í dag, so tóku okkara eitt ordiligt fet rætta vegin.

Stóra avbjóðingin kemur tó longu um eina viku 09. september, tá oddaliðini bæði bresta saman í einum óhugnaliga spennandi dysti á Dungasandi í Vágunum. 07 Vestur (a) ímóti AB/B71.

Kanska vit klára at reka nokk av Sandoyggjafólki vestur ein túr sunnudagin at stuðla kvinnunum, nú tær hava lagt seg út í oddastríð við kvinnurnar fyri vestan.

Fáa vit gott úrslit í tí dystinum, so tora vit ikki longur at spáa hvar gullkrúnurnar enda!

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratølini Neytalortakappingin 2018

- Gávukort á 15.000 kr frá Atlantic (503)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Miðstovugarði (566)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Uttastovugarði (434)
- Vínhyll frá Føroya Grótvirkið í Skopun (521)
- Lamb í heyst (509)

Hjartaliga tillukku og takk fyri sýndan stuðul!
Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115

 

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar