Brendi á í báðum endum

Bæði liðini fóru eftir forloysandi málinum og trimum stigum, men at enda deildu vit stigini.

Tað var lagt upp til ring fótbóltslíkindir tá dómarin, Eiler Rasmussen, floytaði dystin í gongd kl. 15.00 í dag. Okkara menn trýstu nógv at byrja við og eina løtu fingu Skála menn ikki eitt bein til jørðina. Sum dysturin leið, so komu gestirnir tó meir og meir inn í dystin og trýstið javnaði seg út. Viðhvørt stóð tað eisini dekan og nógv á okkaru megna. Okkaru menn fingu nógvar væl upplagdar møguleikar at taka leiðsluna, men í hinum endanum fingu Skálamenn líka nógvar og kanska uppaftur størri møguleikar.

Sum heild ein rótutur og illa spældur dystur við bert smáum glottum. Verjuspælið var til tíðir eitt sindur shaky, men fyri tað mesta hampuliga stabilt. Avgerðin at flyta Símin Hansen aftur í verjuna tóktist spæla væl av. Møguliga verður hettar ikki hansara fasta pláss framyvir, men tað tóktist ikki at nerva ein annars álopsinnaðan leikara. Frameftir vóru vit eiheldur heilt ófarligir, men fortreytirnar vóru ikki góðar at spæla góðan fótbólt og havandi í huga at vit kundu eins væl mist stigini á stokkinum, so fara vit at vera væl nøgd við tað eina stigið og síggja frameftir til komandi torføra útidyst ímóti Víkingi um smáar tvær vikur.

Gott úrslit í dag dreingir! Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar