Stórur sigur í truplari tíð

Vikan ið fór hevur verið trupul her suðuri, men vitjandi liðið vísti stórt yvirskot at koma og spæla sorgarbundnan dyst.

Tung skýggj hava tíverri hingið yvir oynna og felagið hesa vikuna, við tí at vit her fyri mistu ein liðfelaga og vin í Sigurdi A. Simonsen; íðin og trúgvur B71'ari.

Samstundis eru vit í Sandoyar Ítróttarfelag B71 ógvuliga fegin um allan tann stuðul og hjálp, ið okkara limir hava veitt teimum avvarandi, m.a. í navnið felagsins, men eisini í tí privata.

Sigurd hevði spælt við B71 øll síni barna- og ungdómsár og hevði seinastu tvey árini verið partur av 3. deildarliðnum hjá felagnum. Tískil var tað ongantíð ivi um at komandi heimadysturin hjá 3. deild bæði skuldi spælast sum vant, men eisini verða nýttur at heiðra minnið um farna liðfelaga okkara. Í samráð við tey avvarandi, var savnað inn til vælgerandi endamál undir dystinum og úrtøkan var ótrúliga góð. Tað verður sagt at upp ímóti 100 fólk vóru til staðar hendan dagin og vístu sín stuðul.

Eina løtu undan dystinum var eisini ivasamt um vitjandi liðið fekk savnað nokk av leikarum at koma suður at leika, hvørt heldur ikki er óvanligt, men tá hesir fingu at vita týdningin av at dystur bleiv, so gekk bert lítil løta áðrenn nokk av leikarum vóru savnaðir til at dysturin kundi spælast sum ætlað. Vit takka tí sjálvsagt EB/Streymi fyri vælviljan.

 

Dysturin

Tað gekk eftir vild hjá heimaliðnum á degnum. B71 vann 5-0, við hattricki frá Hans Oddson Hentze, einum perlumáli frá Bergleifi Sólsker, áðrenn Hákun Skoubo Dalsgaard rundaði ballið av.

Sum avtalað frammanundan, so vístu leikararnir fyrimyndarligan atburð á degnum og vit velja at trúgva at tað sást aftur á úrslitinum. Ungu dómararnir Alvi Jespersen og Jógvan Woxnæs, saman við formanninum Karl Vidtfeldt, stýrdu eisini dystinum væl. Fyriskipararnir hjá 3. deild Jón Tór Baldvinsson og Valbjørn Mittelstein eiga eisini, saman við øðrum eina stóra tøkk fyri væl fyriskipaðan og virðiligan dag.

Eftir dystin var so myndin ið prýðir greinina tikin, har bæði liðini og dómararnir eru uppi á. Ongar súrar minur, bert fyrimyndarligur sportsandi.

 

Mugu standa saman og ongantíð gloyma

Hóast tíðin framyvir óivað verður tung fyri foreldur, systkin og familju annars, so er hendan vikan verið ein áminning um hvussu lítla tíð vit í grundini eiga saman og týdningin av ikki at lata tey smáu tingini skilja okkum.

Vónandi læra vit at virða og hjálpa hvørjum øðrum enn meira enn vit frammanundan hava gjørt tað; gloyma gamalt agg og stevna ímóti eini framtíð har hjálpandi hendurnar ongantíð eru langt burturi.

Høvuðsendamálið hjá B71 er, framum øll leiklig úrslit og ítróttarlig brøgd, at allir okkara limir skulu hava tað gott; báði sum partur av okkara felgsskapi, men eisini sum partar av størru heildini.

Vit høvdu óivað latið øll avrik í framtíðini afturfyri at fingið tey, ið fórust ov tíðliga aftur til okkum, men tað fáa vit ikki. Einasta vit kunnu gera er so smátt at stevna víðari og royna at vera betur, bæði sjálvi og við hvønn annan.

Hvíl í friði góði Sigurd.

Dystir

Leygardagin, 22. september kl. 00:00
1. deild menn: B71-Giza Hoyvík
Leygardagin, 22. september kl. 00:00
3. deild menn: B71-Skála
Leygardagin, 22. september kl. 00:00
U13 Gentur: Kapping í Gøtu/Leirvík
Leygardagin, 22. september kl. 00:00
U15 Dreingir: 07 Vestur-B71
Leygardagin, 22. september kl. 00:00
U9 Dreingir: Kapping í Streymnesi
Leygardagin, 22. september kl. 00:00
U9 Gentur: Kapping á Sandi
Sunnudagin, 23. september kl. 00:00
2. deild kvinnur: AB/B71-EBS/Skála
Leygardagin, 29. september kl. 00:00
U11 Dreingir: Kapping í Runavík
Leygardagin, 29. september kl. 00:00
U9 Dreingir: Kapping í Havn
Leygardagin, 29. september kl. 00:00
U9 Gentur: Kapping í Miðvági
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 21 37 49
2 ÍF 21 39 48
3 NSÍ 21 35 40
4 B68 21 13 39
5 Víkingur 21 -10 29
6 B71 21 -15 25
7 HB 20 0 22
8 Skála 21 -8 22
9 Giza Hoyvík 21 -19 14
10 TB/FCS/Royn 20 -72 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 12 20 24
3 TB/FCS/Royn 13 19 25
4 ÍF/Víkingur 13 12 22
5 EBS/Skála 11 -3 10
6 AB 13 -18 14
7 07 Vestur (b) 13 -27 8
8 Giza Hoyvík 13 -40 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar