Alt miseydnaðist

Eftir ein jaligan dyst ímóti botnliðnum úr Suðuroynni, so fingu vit onki at rigga í einum sera torførum útidysti mitt í viku í Klaksvík.

Tað var lagt upp til ein truplan dyst í gjár við Djúpumýru, har B71 ferðaðist norðeftir at hitta næstbesta liðið hjá KÍ, ið hevur ligið trygt á fyrstaplássinum síðstu umførini.

Ikki einans skuldu vit allan vegin til Klaksvíkar mitt í viku, men orsaka av steypafinaluni, so var liðið munandi sterkari, meðan vit júst eru komin í gongd aftur.

At byrja við sá tað tó ikki so illani út, sum tað endaði við í øðrum hálvleiki. Gott nokk skorar KÍ í 13. minutti, men uppá eitt horna, har vit vera við undirlutanum í sekstanmeturinum.

Tað var eyðsæð hjá øllum, ið vóru til staðar hendan dagin, at KÍ'ararnir vóru tað betra liðið og at B71 skuldi gera nógv fyri yvirhøvur at yvirliva í dystinum, men vit megnaðu tó at halda klaksvíkingum frá at skora meira tað sum restaði í av hálvleikinum.

Hinvegin gekk tað heilt og aldeilis galið í 2. hálvleiki, tá vit endaðu í einum sonnum ódnarveðrið. Innafyri 9 minuttir skoraði heimaliðið 4 mál. Verjuparturin hjá okkum var í spønum hesa løtuna og ongin dugdi at seta ein fót rætt.

Eitt mál afturat verður skorað í 80. minutti og so er endaliga støðan 6-0 til KÍ. Eftir sat man við kensluni av at tað betra liðið vann, men at vit kundu havt givið teimum munandi meiri høvuðbrýggj, um bert vit bert royndu at spæla fótbólt.

Komandi dystirnir eru tó heldur minni útfordrandi fyri okkara lið, ið uttan iva fer at reisa seg eftir hendan váta vøttin. Vit byrja heima ímóti Skála, so úti ímóti Víkingi, síðani tveir heimadystir ímóti fyrst Giza Hoyvík og at enda NSÍ. Her eru møguleikar at skaffa okkum tey neyðugu stigini at halda okkum uppi og kanska enntá koma eitt vet hægri upp á stigatalvuna, so kappingarárið sær eitt sindur frægari út aftur. Síðstu dystirnir eru ímóti HB, B68 og so heima ímóti ÍF og tá verður kanska eitt sindur verrið at fáa stig, men alt ber til í fótbólti og fyri fyrstu ferð í longri tíð, so hava vit ein kappingarføran hóp, ið ber brá av optimismu.

Latum okkum ikki taka hendan dygga ósigurin for alvorligt. KÌ eru tað besta liðið í deildini og vit eru enn í fer við at byggja eitt lið upp. Tílík afturstig eru væntandi.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar