2x Clayton

Gamli málrevurin frá fyrr av, sló til beinanvegin.

Tað tók ikki langa tíð hjá Clayton og soni hansara Klayver at boða frá "ankomst" tá teir í vikuskiftinum spældu fyrsta dystin fyri B71.

Clayton og Klayver eru komnir til Føroyar at arbeiða og hava í hesum sambandi valt at hjálpa B71 at halda sær í deildini. Hettar er kærkomin styrkur, tí sum øll vita, so manglar leikaratilfar.

Tað gekk heldur ikki meir enn ein hálvur tími, fyrrenn Clayton móttekur bóltin í sekstanmeturinum, tekur eitt trekk forbí verjuleikaran og smekkar til lágt og hart, framvið málverjanum. 1-0 til B71.

Tijani Mohammed, ið annars hevur verið eitt sindur óskarpur í seinastuni, gjørdi eisini ein vørr í hesum dystinum, tá hann skaffar okkum eitt brotsspark eftir 40 minuttir, ið Clayton setir hegnisliga í kassan.

Annar hálvleikur var ikki so merkisverdur, men tað var fyri tað mesta heimaliðið, ið hevði trýstið. Endaliga úrslitið gjørdist tó 2-0 og trý ótrúliga týdningarmikil stig á kontoina.

Kunning

Vinnaratølini Neytalortakappingin 2018

- Gávukort á 15.000 kr frá Atlantic (503)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Miðstovugarði (566)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Uttastovugarði (434)
- Vínhyll frá Føroya Grótvirkið í Skopun (521)
- Lamb í heyst (509)

Hjartaliga tillukku og takk fyri sýndan stuðul!
Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115

 

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar