Versti dysturin í ár

Dysturin í gjár var dystur sum vit áttu at vinna, men menn vóru als ikki klárir og úrslitið var har eftir.

Dysturin ímóti Giza Hoyvík í gjár var fimti ósigurin á rað. Tað er langt síðani at vit hava verið í einum so ringum stima og skal tað vendast, so eru tað leikararnir sjálvir, ið mugu venda tí.

Tað gongur sjón fyri søgn at summarferian hevur verið brúkt til at taka sær av løttum og at leikarar als ikki eru klárir til endaspurtin, sum fyri okkum er tann allartýdningarmesti. Um vit halda at vit eru tryggir nokk longu nú, so er tað bara at hyggja at stigatalvuni, har vit í seinastuni hava lorkað so nógv stig burtur at vandi er fyri at sama liðið, ið vant burtur úr okkum í gjár, tekur okkum aftur komandi dystirnar.

Eitt sum annars hevur verið øðrvísi í fjør og í ár, mótvegis øðrum árum í seinastuni, hevur verið góði arbeiðsinnsatsurin ið lagdur hevur verið fyri dagin. Hópurin hevur verið svinnandi tunnur, men vit hava hvønn dyst sæð onkrar glottar, takka verið teimum 11 sum byrja inni og teirra ágrýtni. Dystir eru taptir, tað er givið, men arbeiðið hevur ongantíð ligið eftir. Fyrrenn í gjár. Tað er ikki at taka munnin ov fullan tá man sigur at hettar var verst spældi dysturin áskoðarar hjá B71 hava sæð leingi. Lata mál inn í allarfyrsta minutti móti næstsíðsta liðnum í kappingini, samstundis við at man ikki megnar at fóta sær í stóran part av dystinum. Giza Hoyvík skorar sum sagt í fyrsta minutti og so aftur miðskeiðis í fyrsta hálvleiki. Tað verður ikki frægari í 2. hálvleiki, har tað bert tekur nakrar fáar minuttir at økja til 3-0.

Ongin glotti sæst fyrrenn Sverrir Kjærbo verður skiftur inn tíðliga í 2. hálvleiki og veruliga setur eitt sindur av go í miðjuna. Tað er eisini Sverrir, ið leggur upp til málið hjá Johan Hendrik Lydersen, tá hann sendir eitt innlegg inn fyri og Henga fær pota bóltin í tómt mál. Eftir at vit hava minkað um munin, so gongur frægari við spælinum. Vit fáa nakrar møguleikar at minkað meira um munin, men ongin tekur av og vit tapa harðliga uppiborið 3-1 ímóti Giza Hovík, ið leikti væl og koyrdi sigurin trygt heim.

 

Mussaskøði koyrir óført

Eitt sum eyðkennir leikarar úr Sandoynni, uppá gott og ónt, er at vit dáma so væl at tosa. Vit dáma til tíðir alt for væl at uppihalda dómaran við smápráti um hvussu ringur hann er og hvussu illa hann dømir. Og so dáma vit sera væl at práta innanhýsis um hví hann nú knappliga gav okkum gul og reyð kort fyri bert at tosa. Og um tað ikki var nóg mikið, so byrjar dómarin konsekvent at døma ímóti okkum aftaná vit í ein heilan hálvleik hava sáplað hann niður í sand og øsku.

Eg veit ikki um ironiurin er taptur á lesaran í løtuni, men eg vænti tað ikki. Vit grenja ov nógv. Alt, alt ov nógv. Leikarar hava higartil verið leikbannaðir 3 ferðir og til næsta dyst hava vit ikki færri enn 2 afturat. Nógv av hesum leikbannunum høvdu komið seinni í árinum ella møguliga slett ikki, um bert vit dugdu betri at tiga til tíðir. Ongin sigur at man ikki kann lata dómaran vita av at man er ónøgdur. Men tað skal vera ein grensa.

 

Venjing skal til

Fysiskt eru vit ikki har vit eiga at vera um hettar mundi í kappingarárinum. Nógv av teimum frustratiónunum, ið koma til sjóndar í dystum, koma orsaka av ringari venjing. Um man hevur játtað seg til at spæla við einum liðið í 1. deild í Føroyum, so er minsta kravið at man ger hvat man kann fyri at halda seg í form og at møta so væl upp til venjing sum gjørligt. Hettar er enn ikki komið í rættlag hjá okkara besta liðið og fyrrenn venjingin kemur upp at koyra optimalt aftur, so blíva vit við at tapa dystir.

Hendan dystarfrásøgnin skal at enda lesast við tí anda hon er skrivað í. Tað er ikki ein niðurpilkan av hópinum, ið fyri tað allarmesta ger tað hann er mentur fyri at halda liðið í deildini og syrgja fyri at mansfótbóltur hjá sandoyingum er aktuellur, so at teir sum veksa til komandi árini hava okkurt at gleðast til. Heldur skal man lesa tað sum eina sterka ávaring ímóti at taka tað góða arbeiði, ið lagt er fyri dagin, fyri givið. At halda áfram at arbeiða hart, tí ongin fer at gera tað fyri okkum. Okkara felag leikar altíð yvir evnir, tí góvu vit eitt nú HB ella B36 eitt fólkagrundarlag á 1200 fólk, óstøðugt ferðasamband við arbeiðspláss og lestur, umframt tað vanliga bygdaklandrið, so var ikki sikkurt at tey kláraðu seg frægari enn vit gera til dagligt.

Latum okkum tí tváað hendan ósigurin av okkum. Lata hettar vera seinasta orðið um hendan ringa stiman av dystum. Og latum okkum so bretta uppum ermar, arbeiða hart víðari og vinna teir dystir, ið eftir eru at vinna.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratølini Neytalortakappingin 2018

- Gávukort á 15.000 kr frá Atlantic (503)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Miðstovugarði (566)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Uttastovugarði (434)
- Vínhyll frá Føroya Grótvirkið í Skopun (521)
- Lamb í heyst (509)

Hjartaliga tillukku og takk fyri sýndan stuðul!
Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115

 

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar