Skuldu fingið stig

Dysturin í vikuskiftinum minti um síðsta dystin áðrenn hálvuna. Trýstu væl, betri uppiborið, men tap til endans.

Eins og tað var tá vit endaðu í 1. hálvu, so er tað aftur í byrjanini av 2. halvu, at tað er eitt skert B71 lið, ið byrjar kappingina aftur. Leikarar, ið hava verið berandi kreftir á eldri B71 liðum og aðrastaðni, hava tíbetur hjálpt til í seinastuni og fylt bonkin upp, ið er nakað tunnur í løtuni. Tó so, styrkur er á veg, men til tann styrkurin stendur á vøllinum inni í Dal, so mugu vit royna sum frægast at skava stig saman.

Á jaligu síðuni kundu vit her fyri boða frá at vit hava sett ein nýggjan venjara, ið kemur at yvirtaka leiklutin hjá Bakary í fyrstu syftu í teir 3 mánaðirnar, ið resta av kappingarárinum úti. Stefan Hansson eitur maðurin og er úr Svøríki. Seinastu tíðina hevur hann brúkt eysturi í Asien, men hann er royndur maður í norðurlendskum fótbólti og hevur staðið á odda fyri bæði ungdómi og mansfótbólti í 30-40 ár. Tí eru vit sannførd um at hesa uppgávuna fer hann eisini at greiða væl.

Men óansæð hvussu nógvar royndir man hevur og hvønn taktikk man leggur, so skert tað ikki burtur at hópurin er smalur og tað skulu fleiri leikarar, og sjálvsagt meira venjing til fyri at tryggja okkum betri úrslit framyvir. Hettar sást á degnum leygardagin. Okkara menn royndu alt teir vóru mentir ímóti einum sera sterkum HB liðið, men vóru júst ov stuttir. Verjan, ið hevur verið akkileshælurin í fyrru hálvu, stóð ógvuliga væl hendan dagin. Ikki nógv møsn og tvætl og skeld hoyrdist, og tað er jaligt, tí tann mentala partin av spælinum vantar enn hjá okkum.

Hóast vit skaptu fleiri møguleikar og serliga áloypari okkara Tijani Mohammed var nær við at sleppa leysur og skora, so er tað HB, ið setur hol á. Høgrubakkurin hjá HB móttekur bóltin í høgru síðu eftir deyðbóltsstøðu og sendir hann væl inn fyri í trunkan frammanfyri málinum hjá okkum, har ein HB leikari svikaleyst fær stútað bóltin í kassan. 0-1 til vitjandi liðið.

Endamálið við degnum í gjár var týðiliga at demma upp fyri málum og dúva uppá antin skjót áloyp, langbóltar og deyðbóltar. Hettar eydnaðist eisini viðhvørt, men av tí sama, so vóru stórar periodir av dystinum har onki hendi.

Tijani, ið leikti fremst, fekk teir flestu møguleikarnar sum dysturin leið og onkur einkultur møguleiki fall til m.a. Símin Hansen, men onki hjálpti. Vit hóttu við tí, men málið kom bara ikki.

Í yvirtíðini tveita vit so alt fram fyri at fáa javnleik og nú er so opið í hinum endanum. Tá HB fáa fatur á bóltinum eftir síðsta álopið, so fara teir í eitt skjótalop við nógvum monnum og ein av hesum fær so runda málmannin, ið ongan møguleika hevur at forða fyri økingini til 0-2.

 

Nógv jaligt at líta aftur á

Hóast tap ímóti einum kappingarneyta, ið nú andar okkum í nakkan, so eru nógv jalig ting vit kunnu líta aftur á frá dystinum í vikuskiftinum.

Vit spældu væl til tíðir, hóast taktikkurin fyri dagin legði upp fyri at størsti denturin var lagdur á at verja og senda langar bóltar.

Okkara fyrireiking til 2. hálvu hevur verið sera nógv darvað av venjaraóvissuni, men kláraðu hóast alt at spæla upp til eitt lið, ið eyðsæð hevur nógvar ferðir størri leikaratilfeingið enn vit og uttan iva í betri venjing í løtuni. 

Okkara fyrstu 11 kunnu á einhvørjum degi kappast við øll hini liðini í deildini.

Nýggi venjarin tók ábyrgd frá degi 1, hóast lítla fyrireikingartíð og setti eitt lið upp sum hann onki kendi til, við góðum taktum, hóast úrslitið ikki rakk til stig hesuferð.

Málini undantikin, so stóð verjan stinn og tað er her okkara fokus má liggja, í øllum førum fyribils. Álopið hjá okkum dugir at skora mál, so tað er alfa og omega at verjan dugir at lukka hinar út úr dystinum í 90 minuttir.

 

Næsta uppgáva er í Hoyvík ímóti Giza Hoyvík og síðan á heimavølli ímóti botnliðnum úr Suðuroy. Vit kunnu kanska gleðast um at vit ikki møta einum topp liðið um hettar mundi tá vit enn eru vit at savna træðrirnar, men tað versta vit kunnu gera er at undirmeta mótstøðumenninar. Óvist er um teir hava megna at styrkt seg í hálvuni, og taka vit tað fyri givið at hettar eru dystir sum vit vinna, so kunnu vit skjótt fáa aðra bók at lesa í. Hart arbeiði og disiplin komandi tvær vikurnar, so fáa vit tað vit hava uppiborið.

 

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratølini Neytalortakappingin 2018

- Gávukort á 15.000 kr frá Atlantic (503)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Miðstovugarði (566)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Uttastovugarði (434)
- Vínhyll frá Føroya Grótvirkið í Skopun (521)
- Lamb í heyst (509)

Hjartaliga tillukku og takk fyri sýndan stuðul!
Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115

 

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar