Høvdu uppiborið javnleik

Eitt stig í dag hevði verið rættvíst fyri bæði liðini. Dysturin var tamur fyri tað mesta, men toftamenn drógu longra stráðið til endans.

Dysturin í dag hevði fyri sovítt onki at siga fyri okkara viðkomandi. Vit hava mist sambandið við ovastu liðini í seinastuni og sum áður nevnt, so hevur tað verið trupult at finna stevið aftur her í endanum av fyrstu hálvu.

Nógv leikbann og skaðar merktu liðið í dag, ið mátti fara aftur í arkivini at manna bonkin umframt at gera avtalur við leikarar í síðstu løtu, so vónirnar vóru ikki tær allarbestu undan dystinum.

Tá tað so kom til stykkis, so merktu vit at B68 vóru at tosa við. Ikki nógv skildi liðini hendan dagin. Givið er at vit spældu heldur varisliga og satsaðu lítið, men hevði tað ikki staðið so illa til sum tað gjørdi í dag, so høvdu 3 stig bestemt ikki verið órealistiskt. Hinvegin hoyrdist eisini at mótsøðuliðið manglaði nakrar lyklaleikarar, so tað var kanska lagt upp til at stigini blivu deild av fyrstan tíð.

So bleiv tó ikki. B68 fær fríspark uttanfyri sekstanmeturin hjá okkum beint áðrenn hálvleik og skotið snittar múrin og snýtir Gerhard í málinum, ið var blivin heintaður í vikuni at standa í mál, nú nógvir skaðar darva hópin. Hann fekk tó onki gjørt við hendan bólt, ið endar í netinum og so er 0-1 til útiliðið.

Annar hálvleikur var fyri tað allarmesta tamur og seinur, við lítlum og ongum møguleikum. Tó fáa vit ein risa møguleika at javnað, tá málmaðurin fer út úr málið sínum í vinstru síðu at forða fremsta leikara hjá okkum, ið sendir bóltin aftur innfyri til Jógvan Drangberg, ið kundi sett bóltin í tómt mál, um hann ikki var akkurát ov høgur hjá honum at móttaka. Ístaðin rakar hann undir bóltin við høvdinum og skallarin fer beint uppum yvirleggjaran.

Møguleikarnir vóru sum heild ógvuliga fáir og tá dómarin floytar av, so hava toftamenn málið, ið skildi liðini á degnum. Tað gjørdist onki við tað.

 

Steðgur, hvíld og rokeringar

Tað gongur sjón fyri søgn at grundarlagið fyri einum kappingarførum liðið í 1. deild er til staðar hjá B71. Har manglar í, men tað manglar ikki nógv í, áðrenn stabilitetur kann valda á liðnum. Høvdu fleiri av okkara leikarum verið sterkari fyri mentalt enn teir eru, so vóru vit kanska ikki so sperdir sum støðan er. Soleiðis er tað bara og tað er kanska uppá sítt pláss, tá menn hava fingið hvíld og tikist við onnur ting enn fótbólt í nakrar vikur, at teir leikarar, ið tola ringast mótgongdina taka í egnan barm og siga við seg sjálvar um at venja hendan partin av spælinum meira.

Givið er eisini at somu leikarar hava ikki havt optimalar arbeiðsumstøður við tí at hópurin er spentur til brestipunktið, næstan hvørja viku, men hettar burdi ikki verið nakað ókent fyri B71'arar. Vit eru fá og tað er torført at fáa kabalina at ganga upp viðhvørt. Tað má man vera instillaður til tá man letur seg í gult og blátt.

Tá tað so er sagt, so er tað eyðsæð at vit mugu út í steðginum og finna styrk til liðið og gera nakrar broytingar fyri at fáa okkara kappingarár uppaftur at koyra meira optimalt. Leikarar eru troyttir, men steðgurin fer at geva teimum "pustirúm", sum danskarar kalla tað. Málið er at vit hava ein størri hóp og fleiri streingir at spæla uppá, tá kappingin byrjar aftur 04. august heima ímóti HB.

Vit standa saman øll sum ein, annars fara vit í tvíningar. Latið tað ikki blíva tað seinna.

Góðan summarsteðg øll somul og síggjast aftur um ikki so langa tíð!

Drívið á B71!

Dystir

Leygardagin, 20. oktober kl. 00:00
1. deild menn: B68-B71
Fríggjadagin, 26. oktober kl. 00:00
1. deild menn: B71-ÍF

Kunning

Vinnaratølini Neytalortakappingin 2018

- Gávukort á 15.000 kr frá Atlantic (503)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Miðstovugarði (566)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Uttastovugarði (434)
- Vínhyll frá Føroya Grótvirkið í Skopun (521)
- Lamb í heyst (509)

Hjartaliga tillukku og takk fyri sýndan stuðul!
Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115

 

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar