Aftur á sigurskós

Sigurin var kærkomin eftir óvanliga laka úrtøku seinastu tíðina.

Felagsliðið hjá kvinnunum hevði mist stevið eitt sindur seinastu tíðina, seinast við einum 0-0 javnleiki á útivølli ímóti Giza Hoyvík, ið tær annars vunnu trygt fyrr í ár.

Sigast skal at Suðuroyar kvinnur vóru heldur illa mannaðar til dystin í dag og at tær stríddust væl allan dystin ígjøgnum. Dramatikkur var eisini fyri allar pengarnar tá ambulansan mátti koma á staðið at hyggja eftir leikarum hjá báðum liðunum, tó ikki beinleiðis orsaka av harðligum spælið. Alt tóktist tó at laga seg og vit ynskja teimum góðan betring.

Vár Miðberg skoraði bæði fyrstu málini í dag. Tað fyrsta rak hon forbí verjuna og leggur bóltin trygt í netið, meðan tað seinna var skotið hart og lágt í netmeskurnar. Triðja málið skoraði Fridrikka Clementsen, ið fekk prikað bóltin í málið, eftir innlegg frá Gerdu Magnussen. Suðuroyar kvinnur minkaðu um munin í 2. hálvleiki við einum flottum langskotið. 3-1 gjørdist endaliga úrslitið.

Trý flott stig afturat á kontoina og klárt til næsta dyst komandi sunnudag í Vágunum ímóti 07 Vestur (b).

Drívið á B71!

Kunning

Venjing í 2. hálvu
Venjingin hjá øllum barna- og ungdómsliðum
byrjar aftur mánadagin 13. august

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 14 25 35
2 ÍF 14 27 29
3 NSÍ 14 22 29
4 B68 14 15 28
5 Víkingur 14 -1 22
6 B71 14 -3 21
7 Giza Hoyvík 14 -12 11
8 HB 14 -2 11
9 Skála 14 -12 10
10 TB/FCS/Royn 14 -59 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 8 26 24
2 AB/B71 8 13 17
3 TB/FCS/Royn 9 10 15
4 ÍF/Víkingur 8 4 9
5 EBS/Skála 7 -2 7
6 AB 8 -10 10
7 07 Vestur (b) 8 -13 8
8 Giza Hoyvík 8 -28 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar