Skuffandi úrslit

Tað er gleðiligt at tað lakkar ímóti endanum av fyrstu hálvu. Menn eru troyttir og tørva steðg.

Størsti trupulleikin hjá B71 hevur verið og er tað enn, tann smali hópurin. Vit hava havt sum aðalmál hesi síðstu árini at hópurin skal vera fólk sum tíma B71 og vilja spæla fyri meira enn bara pengar. Sostatt er tað av reinum prinsippi og so sjálvandi eisini partvíst ein pengaspurningur, at hópurin ikki er størri enn hann er. Vit hava roynt tað ofta áður, hettar at heinta fólk inn og bjóða teimum góða løn afturfyri, men úrslitini eru ikki blivin betur av tí sama. Tí hevur tað verið gleðiligt at síggja at vit hava megna at staðið saman um eitt lið, ið er næstan bara fólk úr oynni. Teir sum ikki eru her frá, hava antin víst stóran áhuga at vera verandi í felagnum, ella komnir av sínum eintingum til felagið. Vit hava enn ikki verið úti eftir fólki, ið vit hava verið noyddir at draga suður við pengum og gyltum lyftum og vónandi kemur hettar heldur ikki at vera neyðugt.

Tað sást tíverri alt ov væl í gjár, at hópurin er pappírstunnur og gongur tað galið har vit eru mest sárbarir, so fáa vit ikki úrslitini heim. Hettar er sjálvsagt ikki meir enn næstbest og vit arbeiða støðugt uppá at hópurin kann breiðkast, heldur enn tað øvugta, men tað krevir so eisini at spælarirnir halda út og eru við allan vegin. Menn mugu venja við og ofra seg, skal málsetningurin um at fáa besta mansliðið á røttu kós aftur eydnast.

Á hinari síðuni, so mugu vit staðfesta at tað er ein ávís góðska í hópinum, eisini tá hann er spentur for út á grensuna sum tilfeldið var í gjár. Tað er B71, ið fær fyrsta málið tá Tijani Mohammed verður feldur í brotssteiginum og dómarin dømir brotsspark. Símin Hansen er svikaleysur frá 11 metur blettinum og so er 1-0 til heimaliðið. Teir fyrstu 20 minuttirnir vóru eisini okkara besta perioda, har vit sótu á spælinum og trýstu hart.

Víkingur fær tó knappliga javnað og stutt fyri hálvleik hendir so tað sum ikki skal henda hjá einum nógv skerdum liðið. Vìkingur sendir bóltin innfyri og ein Víkinga leikari skallar bóltin beint í netið. Eftir leiðslumálið verður málverji okkara liggjandi og noyðist av vøllinum á børðu. Nú er støðan serliga ring á málmanspostinum, har teir sum annars hava verið í mál hjá liðnum í ár eru til skips og skaddir, so ongin eykamálverji var tøkur.

Hettar merkir at miðvalla leikarin Eirikur Jacobsen noyðist í mál allan seinna hálvleik. Sigast skal at Eirikur gjørdi tað væl og tað kom eiheldur nakað mál inn hjá honum í gjár, sum tit síggja á úrslitinum.

í 64. minutti verður ein Víkinga leikari vístur av vøllinum og hettar merkir at mótstøðuliðið pakkar seg saman heilt aftast. Bæði heppi og óheppi fyri okkara viðkomandi. Heppið, tí vit sluppu undan at hugsa so nógv um at óroyndi maðurin í málinum mátti út í nakrar stórbjargingar í tíð og úrtíð og óheppið tí tað samstundis merkti at tað bleiv truplari at bróta ígjøgnum eina ógvuliga kompakta verjuketu.

Hettar eydnaðist heldur ikki. Vit høvdu okkara møguleikar viðhvørt, men gagnnýttu teir ikki. 1-2 er endaliga úrslitið og menninir úr Gøtu/Leirvík sluppu heimaftur við øllum.

 

Frustratiónirnar eru eyðsýndar

Skaðar, leikbann og ein tunnur hópur er ikki ein góð blanding og í okkara førið, so sæst hettar tíverri aftur í úrsltinum sum vit hava fingið gjøgnum árið. Skilligt, ella ei, so eru vit ov vánaligir tá tað kemur til at hava tamarhald á kenslunum. Alt ov ofta so er tað antin mótstøðuliðið ella dómarin sum fær skyldina fyri at vit ikki megna at halda okkum í skinninum. Hettar er satt viðhvørt, men nú hava vit spælt 14 dystir, so tað ber ikki til at tað er satt hvørja ferð.

Ráðini eru eyðsýnd, um enn ógvuliga moðin at viðurkenna: Tolið mótgongdina. Vit vinna ikki hvørja ferð. Tað ger heldur onki. Ikki geva øllum øðrum skyldina, o.s.f.

 

Standið saman

Komandi leygardag skulu vit til Runavíkar at leika torføran útidyst ímóti NSÍ, ið liggur á 2. plássinum, áðrenn síðsta dyst ímóti B68 á heimavølli. Latum okkum fyrst av øllum sláa fast, at tað skal nógv til áðrenn vit fáa stig í hesum báðum dystunum.

Tá tað so er sagt, so kunnu vit taka samanum tað jaliga sum vit sóu í gjár og sum vit vita frammanundan:

1) Liðið spælir væl. Á sjálvt okkara versta degi, so havi eg enn ikki sæð ein dyst har vit ikki hava spælt fótbólt.

2) Nýggjan verjuleikara: Verjan er kanska okkara veikasta punkt. Vit hava latið alt ov nógv mál inn, men við nýggja høgra bakkinum Frantzly Zephirin, hava vit fingið týdningarmiklan styrk. Eisini kann maðurin spæla longri frammi á vøllinum, skuldi hettar verið ynskiligt.

3) Leikararnir vilja vinna. Hettar kemur okkum ofta aftur um brekku, tí menn blíva ov heitir og gera ov nógv býtt, men hettar er eisini orsøkin til at vit hava fingið nógv mál og stig bæði í fjør og í ár.

4) Áskoðararnir eru við. Vit eru í fer við einari jaligari tilgongd, ið merkist á áskoðarunum, ið blíva fleiri og fleiri í talið. Sjálvt í gjár tá vit væntaðu ongan, orsaka av HM og Gekkinum, komu 25-30 til dystarbyrjan og næstan tað sama aftaná hálvleik.

5) Steðgurin er í hondum. Leikararnir skulu bert hugsavnað seg um at venja alt tað teir kunnu og geva alt tað teir eru mentir í 2 vikur afturat og so er summarsteðgur. Ein gyltur møguleiki at kopla frá, taka sær av løttum, savna sær kreftir og so byrja vit aftur við enn meira orku til seinnu hálvu.

 

Drívið á B71!

Kunning

Venjing í 2. hálvu
Venjingin hjá øllum barna- og ungdómsliðum
byrjar aftur mánadagin 13. august

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 14 25 35
2 ÍF 14 27 29
3 NSÍ 14 22 29
4 B68 14 15 28
5 Víkingur 14 -1 22
6 B71 14 -3 21
7 Giza Hoyvík 14 -12 11
8 HB 14 -2 11
9 Skála 14 -12 10
10 TB/FCS/Royn 14 -59 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 8 26 24
2 AB/B71 8 13 17
3 TB/FCS/Royn 9 10 15
4 ÍF/Víkingur 8 4 9
5 EBS/Skála 7 -2 7
6 AB 8 -10 10
7 07 Vestur (b) 8 -13 8
8 Giza Hoyvík 8 -28 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar