Ósigraða røðin brotin

Toppdysturin ímóti vágakvinnum endaði súrt fyri okkara viðkomandi.

Tvey mál frá sama 07 Vestur leikara, var tað sum skildi liðini hendan mikudagin inni í Dal. Tað fyrsta heldur tíðliga í 1. hálvleiki og somuleiðis tað næsta tíðliga í 2. hálvleiki.

Okkara kvinnur høvdu stóran leikligan yvirvág til tíðir. Enntá so mikið í fyrra hálvleiki, at tað viðhvørt bert tóktist vera ein spurningur um tíð, áðrenn 07 Vestur hoknaði og útjavnandi málið kom. Tíverri stóð miðverjan ógvuliga kompakt og málverjin hjá vágakvinnum hevur rós uppiborið, tí hon megnaði at taka tað sum okkara megnaðu at diska upp við, ið fyri tað mesta vóru langskot ella skot frá spískum vinklum.

Munurin vóru einkult avrik og so sjálvsagt tað at vit ikki megnaðu at spæla okkum fram til teir opnu málmøguleikarnar. Annars spældu vit fult upp til mótstøðuliðið og til tíðir betur.

Men eftir stendur tó tann sannroynd at tapið var okkara og at a-liðið hjá 07 Vesturi legði sjógv millum okkum og tær við sigrinum í dag. Spell, tí skal nakar steðga hesum liðnum, so var tað næstan vit. Men so er at hopa at hini liðini klára at spæla oddafiskunum eitt puss, meðan vit halda áfram við góða stimanum, ið vit hava lagt fyri dagin í seinastuni.

Vit eru við fyri at læra og blíva betur og vit eru sanniliga eitt betur fótbóltslið enn í fjør. Tað síggja vit á úrslitunum, ið vit frammanundan hava fingið.

So drívið á tit kvinnur, møguleiki er enn at náa oddin aftur!

Drívið á B71!

Kunning

Venjing í 2. hálvu
Venjingin hjá øllum barna- og ungdómsliðum
byrjar aftur mánadagin 13. august

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 14 25 35
2 ÍF 14 27 29
3 NSÍ 14 22 29
4 B68 14 15 28
5 Víkingur 14 -1 22
6 B71 14 -3 21
7 Giza Hoyvík 14 -12 11
8 HB 14 -2 11
9 Skála 14 -12 10
10 TB/FCS/Royn 14 -59 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 8 26 24
2 AB/B71 8 13 17
3 TB/FCS/Royn 9 10 15
4 ÍF/Víkingur 8 4 9
5 EBS/Skála 7 -2 7
6 AB 8 -10 10
7 07 Vestur (b) 8 -13 8
8 Giza Hoyvík 8 -28 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar