Vit vunnu og hinir taptu

B71 vann í Suðuroy og kappingarneytar okkara taptu báðir aðrastaðni og lovaðu okkum aftur inn í uppflytingarstríðið eina løtu.

Danskarar kalla kensluna "fesent" tá man ikki hevur so stórar vónir um eitthvørt sum man fer í holt við. Møguliga eitt sindur av hesari kenslu hekk yvir dystarumfarinum í gjár, aftaná at vit enn einaferð taptu tepurt ímóti einum oddaliðið og mistu sambandi við oddin, ið okkara menn síðstu tíðina annars høvdu stríðst og strevast fyri. Tá avtornaði, so høvdu vit greitt okkara skyldu í Suðuroy og vunni dystin, meðan bæði toftamenn og runavíkingar høvdu tapt teirra dystir. Sostatt nærkaðust vit aftur oddinum og møguleikin at verða við í oddinum er enn til staðar.

Men aftur til dystin í Suðuroy í gjár. Eftir hálvrunnan hálvleik, so er tað B71, ið leggur seg á odda og sum ikki einaferð, so er tað Tijani Mohammed, ið tekur sær av at seta ballið í gongd! Tijani setur ein mótstøðuleikara av í vinstru síðu og skýtir. Skotið verður blokerað, men dómarin metir at tað var við hondini og dømir straffi. Tijani skýtir sjálvur og skorar trygt.

Poul Ingason javnar 10 minuttir seinni eftir horna og eitt sindur tilvildarligt spæl. Somuleiðis er leiðslumálið hjá okkum í øðrum hálvleiki eitt sindur tilvildarligt. Suðuroyingar skulu beina bóltin burtur, men hann fellir til Bjørgfinn Winther, ið setur innarasíðuna á og so er 1-2.

Løtu seinni so er bólturin aftur í netmeskunum hjá suðuroyingum. Sverri Dalsgaard móttekur bóltin í vinstru síðu, rekur eitt sindur inn móti miðjuni, smekkar til úr 30 metrum, uppum málmannin og so er 1-3 til B71! Eitt sera flott mál.


Torfør uppgáva fyri framman

Næsti dystur er á heimavølli leygardagin 26.05 ímóti oddaliðnum KÍ. Klaksvíkingar eru ósigraðir í kappingini higartil og síðst vit hittu teimum á útivølli, so taptu vit ikki minni enn 4-1. Hettar skal helst ikki henda aftur og vit hava eisini tørv á øllum góðum stuðlum at møta upp inni í Dal at stuðla. Dystirnir komandi mánaðin eru sera torførir allir samlir, so tað er at taka stigini har vit fáa tey og tá vit spæla heima, so mugu vit hava áskoðararnar við okkum.

Latum okkum standa saman og dríva á hettar lítla pettið til hálvuna. So binda vit frið eina løtu, áðrenn vit herja á aftur við nýggjari orku.

Drívið á B71!

Kunning

Venjing í 2. hálvu
Venjingin hjá øllum barna- og ungdómsliðum
byrjar aftur mánadagin 13. august

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 14 25 35
2 ÍF 14 27 29
3 NSÍ 14 22 29
4 B68 14 15 28
5 Víkingur 14 -1 22
6 B71 14 -3 21
7 Giza Hoyvík 14 -12 11
8 HB 14 -2 11
9 Skála 14 -12 10
10 TB/FCS/Royn 14 -59 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 8 26 24
2 AB/B71 8 13 17
3 TB/FCS/Royn 9 10 15
4 ÍF/Víkingur 8 4 9
5 EBS/Skála 7 -2 7
6 AB 8 -10 10
7 07 Vestur (b) 8 -13 8
8 Giza Hoyvík 8 -28 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar