Marginalarnir eru til hinar

Tað vísir seg at B71 í ár stendur seg fínt ímóti liðunum úr lægra endanum og megnar tað bara akkurát ikki ímóti ovara endanum.

Hendan sannroynd sigur okkum so mikið at liðið, í núverandi støðu, situr trygt mitt í stigatalvuni og tað er bæði gott og ringt. Ringt, tí vit mugu taka til takkar við ósigrum, har tað sær margháttligani út sum um vit eru næstan á hædd við mótstøðuliðið, men orsaka av smátingum og einum til tíðir ov smalum hópið, so koma vit at missa stig á stokkinum, oftari enn vit áttu. Gott, tí vit eru í ferð við at byggja upp og at vera fleiri stig frá niðurflytingarplássunum longu nú, er sera jaligt fyri okkara uppbygningsarbeiðið. Um vit ikki hótta við uppflyting í ár, so gera vit tað heilt vist komandi ár, tá bulurin á liðnum er staðfestur og leikararnir sum vit mangla eru lagdir afturat.

Tó so. Tað er B71, ið stormaði út úr startholunum leygardagin og skoraði fyrsta málið. Ongin annar uttan gamli málrevurin Tummas Pauli Olsen borðreiddi við leiðslumálinum. Fyrsti hálvleikur er mestsum okkara burturav, til ÍF við eitt sindur av hepni megnar at fáa bóltin í okkara net og javna. Eftir hettar fara vit í eitt hol. ÍF skorar til bæði 2 og 3-1, men so taka vit okkum endiliga saman, gera tvær neyðugar útskiftingar og tvey skjót mál frá Símini Hansen og Bjørgfinni Winther og so er gleðin aftur at hóma hjá teimum gott 20-30 áskoðarunum, ið ferðaðust norð at hyggja at besta mansliðnum hendan dagin.

Gleðin er tó eitt sindur stokkut, tí ÍF fær eitt horna stutt áðrenn leiklok og har er Høgni Zachariassen hægstur og sleppur at skallað bóltin í netið til sigursmálið og endaligu støðuna 4-3.

 

Kempa væl. Missa ov ofta

Tað skal ikki valda ivi um at B71 er á rættari kós. Lagið á fólkið er methøgt í løtuni og hóast vit tapa dystir her og der, so er tað ongin sum tosar um nakrar krisu ella at B71 má taka seg saman. Ein og hvør sum hevur sæð menninar spælt í ár, hevur til tíðir fingið gott fótbóltsspæl at síggja, nógv hart press, málrættaðar menn og arbeiðssigrar. Viðhvørt hava vit eisini sæð minni góð ting, sum dumm kort, vánaligan hugburð og passivitet, men tað tykist tíbetur vera meiri undantøkan enn regulin.

Sum er, so manglar bert tað allarsíðsta. Antin tað er tann drápiliga avleveringin, til tíðir meiri rutinerað og trygt verjuspæl, betri brúktir málmøguleikar ella okkurt heilt fjórða, so er tað heilt vist at fáa vit detaljurnar uppá pláss, so er tað næstan ikki liðið í hesi deildini sum vit ikki kunnu vinna.

Inntil tað tíð, so sær tað bara gott út og vit eru á rættari kós. Næsti dystur er ímóti botnproppinum TB/FCS/Royn í Suðuroynni. Tann dysturin má vinnast, fyri ikki at gera tað svert fyri okkum sjálvi.

 

Drívið á B71!

Kunning

Venjing í 2. hálvu
Venjingin hjá øllum barna- og ungdómsliðum
byrjar aftur mánadagin 13. august

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 14 25 35
2 ÍF 14 27 29
3 NSÍ 14 22 29
4 B68 14 15 28
5 Víkingur 14 -1 22
6 B71 14 -3 21
7 Giza Hoyvík 14 -12 11
8 HB 14 -2 11
9 Skála 14 -12 10
10 TB/FCS/Royn 14 -59 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 8 26 24
2 AB/B71 8 13 17
3 TB/FCS/Royn 9 10 15
4 ÍF/Víkingur 8 4 9
5 EBS/Skála 7 -2 7
6 AB 8 -10 10
7 07 Vestur (b) 8 -13 8
8 Giza Hoyvík 8 -28 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar