Ósigraða kappingarárið heldur enn

Burtursæð frá javnleikinum í Gøtu, so hevur kvinnuliðið bert fingið fult hvørja ferð!

Oddastríðið í 2. deild kvinnum er ógvuliga spennandi fyri okkara viðkomandi. Sum tað sær út nú, so verða tað B71 og 07 Vestur (a), ið dystast um gullið og tí er lagt upp til ein ordans "thrillara" í vikuni tá hesi bæði liðini hittast inni í Dal. Men fyrst máttu vit tó avgreiða dystin ímóti kvinnunum úr AB. Tað hongur soleiðis saman at vit hava eitt felagslið við AB, har tær argjagenturnar, ið vandu og spældu við í fjør, aftur luttaka í ár, meðan AB sjálvt hevur sítt egna lið tilmeldað við øðrum kreftum.

Á hesum sinni var tað tó okkara felagslið, ið dróg longra stráið. Málini skoraðu Fridrikka, Vár og Gerda, umframt eitt sjálvmál.

 

Stórdystur í vikuskiftinum

Heimadysturin AB/B71-07 Vestur (a) er ásettur at vera leiktur komandi leygardag, tó at tað er møguligt at hettar má broytast til sunnudag sum vanligt er. Leygardag er vanligur leikdagur hjá U18 gentum, ið fleiri av okkara leikarum eisini spæla við, so vit mugu bara síggja hvørt tað verður egg ella ungi tá tað nærkast.

Annars er ongin grund at setast aftur hvørt tað verður leygar- ella sunnudag. Kvinnurnar fáa sum altíð brúk fyri okkara stuðuli og tað skulu tær eisini fáa. Fylgið tí við á Facebook síðuni, so tit fáa dystartíðina at vita og latum okkum senda vágakvinnurnar heimaftur ongul í reyv!

Drívið á B71!

Kunning

Venjing í 2. hálvu
Venjingin hjá øllum barna- og ungdómsliðum
byrjar aftur mánadagin 13. august

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 14 25 35
2 ÍF 14 27 29
3 NSÍ 14 22 29
4 B68 14 15 28
5 Víkingur 14 -1 22
6 B71 14 -3 21
7 Giza Hoyvík 14 -12 11
8 HB 14 -2 11
9 Skála 14 -12 10
10 TB/FCS/Royn 14 -59 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 8 26 24
2 AB/B71 8 13 17
3 TB/FCS/Royn 9 10 15
4 ÍF/Víkingur 8 4 9
5 EBS/Skála 7 -2 7
6 AB 8 -10 10
7 07 Vestur (b) 8 -13 8
8 Giza Hoyvík 8 -28 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar