Klæntrasligur sigur hesuferð

Vit áttu at skora fleiri mál, men tað bleiv bara til tað eina tá avtornaði.

Tað lá í kortunum at B71 skuldi fara avstað við trimum stigum í dag. Ein sigursrøð ið taldi 4 dystir og ein spakulig men sikkur klintring uppeftir stigatalvuni, søgdu so mikið sum at liðið í allarminsta lagið er komið í onkran javnvág seinastu tíðina.

Tað er eisini B71, ið hevur yvirvágin í 1. hálvleiki, men onki mál spurdist burturúr. Einstakir góðir møguleikar, men tíverri onki sum bendi á at vit kundu skora fleiri mál tíðliga í dystinum og koyra tað heim. Tvørturímóti.

Glottin kom mestsum burturúr ongum í 2. hálvleiki, tá horna verður tikið í vinstru síðu. Markus Clementsen skýtir bóltin innfyri og skotið, ið allarhelst verður skrúvað eitt sindur meira inneftir málinum av vindinum, enn skjúttin hevði ætlað, fer beinleiðis í netmeskurnar. Eitt gott og absolutt forkunnugt mál av unga heimasandsmanninum.

Eftir hettar opnaðist fyri fleiri møguleikum hjá B71, harav nógv tann størsti var ein fríløbari til málrevin Tijani Mohammed, ið rennir einsamallur móti málmanninum líka av miðjuni. Málmaðurin kemur spakuliga ímóti og Tijani ger av at skjóta vinstrumegin málmannin við sínum høgra fóti. Ólukkutíð skrúvar skotið ov langt út í síðuna, brestir í stongina og støkkir útaftur til Markus Clementsen, ið fær møguleikan at skjóta næsta málið, men sleppur ikki til skot, orsaka av einum verjuleikara, ið nú er komin uppá pláss og forðar. Markus roynir at spæla ein mann við síðunar av sær, men hesin stóð tíverri rangstaddur og so er hesin risa møguleiki rokin.

Vit kundu eisini spælt okkum av við sigurin løtu seinni, tá ein Skála maður knappliga kom fríir okkara megin, men Petur Petersen í málinum er kaldur og stórbjargar.

B71 skuldi í grundini avgjørt dystin fleiri ferðir, men ístaðin máttu vit spæla allan dystin við eini lítlari leiðslu og ímóti endanum var tað eisini Skála menn, ið trýstu øgiligt at javna. Tíbetur vardu okkara væl á hesum sinni og dysturin endar 1-0 til okkum.

 

Steypadystur fyri framman

Komandi vikan verður merkt av stóra maratontiltakinum hjá B71, ið kemur at verða miku- og hósdag 09.-10. mei. Sum lukkan vil tað, so er 2. umfar í steypakappingini eisini Kristi Himmalsferðardag 10. mei og vónandi eydnast tað at fáa dystin lagdan, so tað ávirkar tiltakið sum minst og Sandoyggjarfólk kunnu luttaka bæði í stuttliga maratonfótbóltinum og í Gundadali til steypadyst. Meiri fæst at vita um hettar heilt skjótt. Til tá siga vit:

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratølini Neytalortakappingin 2018

- Gávukort á 15.000 kr frá Atlantic (503)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Miðstovugarði (566)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Uttastovugarði (434)
- Vínhyll frá Føroya Grótvirkið í Skopun (521)
- Lamb í heyst (509)

Hjartaliga tillukku og takk fyri sýndan stuðul!
Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115

 

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar