Ein trivaligur sigur

Kvinnurnar vunnu uttan stórvegis hóvasták ímóti liðnum úr Hoyvík.

Hóast felagsliðið AB/B71 vann 3-0 í gjár, so tóktist sigurin hóast alt eitt sindur súr/søtur, tá man tosaði við leikararnar sjálvar eftir dystin. Nógvar hildu at tær áttu at vunnið nógv meira og rætt skal vera rætt, fyri tað allarmesta var talan um einvegis álop. Men Giza Hoyvík vardu væl og stóðu langt afturi á vøllinum og tá eitt lið pakkar seg so væl saman frammanfyri einum málið, ið frammanundan ikki er serliga stórt, so sigur tað seg sjálvt at tað verður trupult.

Men tað riggaði hóast alt tríggjar ferðir. Tað fyrsta eitt sindur heppið, tá skotið hjá Fridrikku Clementsen verður rættað av og so í málið eftir 20 minuttirs spæl. Tað næsta kom 1 minutt eftir at 2. hálvleikur var bríkslaður í gongd, tá Anja Hentze Anthoniussen langar til og skorar eitt frálíkt mál og smáar tveir minuttir seinni er Fridrikka aftur á blettinum og økir til endaliga úrslitið 3-0.

Sigurin í dag merkir so at okkara kvinnur er ósigraðar í kappingini higartil. Tríggir sigrar og ein javnleikur gevur 10 stig og tað bendir mestsum á at tær fara eftir gullinum í ár. Men kanska tað er vert at taka ein dyst í senn. Enn eru bert 4 umfør spæld og 10 eru eftir. Vit venda aftur til hettar evnið tá tað byrjar at blíva meira aktuelt.

Fyribils gleðast vit bert um at tað gongur so væl hjá okkara kvinnuliðið, ið er ein ómetaliga týdningarmikil liður í B71 maskinarínum. Uttan eitt kappingarført kvinnulið, so missa vit bara allar teir góður leikararnar, ið vit brúka nógva tíð, orku og pening uppá at ala upp og hóast vit altíð leggja dentin á at børn og ung skulu sleppa at spæla fótbólt í teirra ungdómsárum, so eru vit ikki blind yvirfyri týdninginum av at tey eisini fáa møguleikan at útfoldað seg tá tey blíva vaksin.

Drívið á B71!

Kunning

Venjing í 2. hálvu
Venjingin hjá øllum barna- og ungdómsliðum
byrjar aftur mánadagin 13. august

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 14 25 35
2 ÍF 14 27 29
3 NSÍ 14 22 29
4 B68 14 15 28
5 Víkingur 14 -1 22
6 B71 14 -3 21
7 Giza Hoyvík 14 -12 11
8 HB 14 -2 11
9 Skála 14 -12 10
10 TB/FCS/Royn 14 -59 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 8 26 24
2 AB/B71 8 13 17
3 TB/FCS/Royn 9 10 15
4 ÍF/Víkingur 8 4 9
5 EBS/Skála 7 -2 7
6 AB 8 -10 10
7 07 Vestur (b) 8 -13 8
8 Giza Hoyvík 8 -28 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar