Støðugt framá

Hóast vit enn ikki eru serliga nógv stig frá niðastu plássunum, so hava vit nú tríggjar sigrar á rað í landskappingini.

Eftir eina óhepna byrjan uppá kappingarárið, tykjast leikararnir í 1. deild hjá monnum rættiliga at hava funnið stevið.

Undan dystinum høvdu okkara menn vunnið tveir dystir á rað í landskappingini og mikudagin spældu teir seg eisini víðari í steypakappingini við enn einum sigri.

HB hevur eitt gott lið í 1. deild, so uppgávan var sum altíð torfør. Tíbetur hava vit ein ordans málrev í Tijani Mohammed, ið skoraði einsamalla málið á degnum og tryggjaði okkum sigurin.

Trý stigini í Gundadali merkir at B71 klatrar upp á 5. plássið í deildini, eini 5 stig upp til fjórða plássið. Næsta uppgávan er á heimavølli ímóti Skála og tá fara vit aftur at sikta móti trimum tiltrongdum stigum.

Gott kempað ungu menn og drívið á B71!

Kunning

Tilmeldingardagurin 2019

Árliga tilmeldingin til fótbólt
verður í kantinuni inni í Dal,
31.01.2019 frá kl. 18.00-20.00

Møtið fjølment!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar