Væl spældur sigur

Fyrsta umfar í steypakappingini var eitt sera gott umfar fyri okkara viðkomandi. Tríggir skallarar og ein fríløbari tryggjaðu okkum sigurin, sum annars ongantíð var í vanda.

Tað var lagt upp til ein seran góðan fótbóltsdag inni í Dal í gjár. Veðrið var av tí allarfagrasta og Merkið sást kring alt landið, síðan dystardagurin eisini var flaggdagur okkara.

Dysturin byrjar væl tá slakir 20 minuttir eru spældir og eitt innkast úr høgru síðu verður tveitt inn í sekstan meturin, har Bakary Bojang forlongir til Tijani Mohhammed, ið rennir inn í fimmeturin og skallar bóltin framvið málverjanum og so er 1-0 til heimaliðið.

Vit høvdu fleiri góðar møguleikar í fyrsta hálvleiki og spældu sera væl, meðan Giza Hoyvík høvdu einkultar málmøguleikar, men ongi fleiri mál komu, hóast tað lá í luftini.

Í 70. minutti halda vit at forloysandi málið er komi, tá Bakary Bojang skallar bóltin við nógvari ferð ímóti málinum, eftir eitt væl tikið fríspark, men málið varð kolldømt fyri offside. Men vit skuldu bert bíða nakrar fáar minuttir, tí í 73. minutt, leggur Gunnari Lydersen eitt innlegg úr vinstru síðu, ið verður sera hegnisliga skallað í mál av Mads Hentze. Næstan ein "flying header". 2-0 til B71.

Triðja málið kom tveir minuttir seinni og aftur eitt innlegg úr vinstru síðu, hesuferð eitt horna, ið Bakary Bojang skallar í netið.

Tríggjar minuttir eftir hettar, móttekur ein Giza verjuleikari bóltin og skal spæla hann víðari út til høgra bakkin, men innskifti Tummas Pauli Olsen hevur longu sett sær fyri at seta mannin undir trýst og kemur ímillum avleveringina. Hann rekur síðan púra fríur ímóti einum gomlum B71 kenningi Predrag Markovic í málinum, rundar hann og so var bara eftir at seta bóltin í netið. 4-0 og endaliga úrslit, tá dómarin bríkslaði.

 

Nógv "smá" feløg víðari

B71 er eitt av teimum lítlu í steypakappingini, so vit skulu ikki gera okkum nakrar serligar vónir um at koma nakað langt. Hinvegin, so boðað fleiri av úrslitunum aðrastaðni frá, at steypakappingin í ár er meira óvanlig, har bæði Suðuroyingar og AB vunnu á teimum sokallaðu sterkaru liðunum. Tí kunnu vit í minsta lagið vóna at vit fáa eitt gott lutakast, serliga á heimavølli, so kann alt henda.

Men fyribils so gleðast vit bara um enn ein sigur, sera gott fótbóltspæl í góðum veðrið og glaðar áskoðarar, ið bíða við spenningi til næsta B71 dyst.

 

Drívið á B71!

Kunning

Venjing í 2. hálvu
Venjingin hjá øllum barna- og ungdómsliðum
byrjar aftur mánadagin 13. august

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 14 25 35
2 ÍF 14 27 29
3 NSÍ 14 22 29
4 B68 14 15 28
5 Víkingur 14 -1 22
6 B71 14 -3 21
7 Giza Hoyvík 14 -12 11
8 HB 14 -2 11
9 Skála 14 -12 10
10 TB/FCS/Royn 14 -59 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 8 26 24
2 AB/B71 8 13 17
3 TB/FCS/Royn 9 10 15
4 ÍF/Víkingur 8 4 9
5 EBS/Skála 7 -2 7
6 AB 8 -10 10
7 07 Vestur (b) 8 -13 8
8 Giza Hoyvík 8 -28 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar