"Á odda! Javnt. Frammmanfyri! Aftanfyri! Javnt aftur. Vunnið!"

Soleiðis vóru boðini sum komu gjøgnum telefonina, tá undirritaði, ið var burturstaddur, royndi at fáa greiðu á støðuna í gjár.

Dystarfrágreiðingin verður eitt sindur yvirfladisk hesuferð, ið er eitt sindur synd, síðan ikki færri enn 10 mál blivu skoraði inni í Dal, tá suðuroyingar vitjaðu sandoyingar.

Orsøkin er tann, at skribenturin var ikki til staðar á degnum, men man skal royna sum frægast at endurgeva tað sum er blivið sagt um dystin.

Sum skilst, so kom B71 á odda eftir 14. minuttir, tá Tijani Mohammed, sum ikki einaferð fær bóltin í netið, men ólukkutíð ganga tað ikki meir enn 3 minuttir, so er galið í hinum endanum og javnleikur 1-1.

4 minuttir eftir hettar, svarar Tijani aftur og økir til 2-1 til B71 og so var mestsum "friður" eina góða løtu, til Símin Hansen økir enn einaferð til 3-1 í 59. minutti. Eitt brotsspark verður tó givið ímóti B71 og tá kundi dramatikkur komi í aftur stutt fyri hálvleik, men nýggi málverjin hjá okkum Petur Petersen bjargaði serstakliga væl og helt okkum frammanfyri til hálvleiksbríksl.

Tá so ein góður tími er liðin og B71 er frammanfyri við tveimum málum, so byrjaðu heimaáskoðararnir allarhelst at trúgva at nú fóru vit antin at koyra úrslitið heim ella økja við einum ella tveimum málum afturat.

Ístaðin ganga tað 2 minuttir frá at Símin skorar til 3-1, til bólturin liggur í netinum hjá B71 og so guðhjálpitúmær er hann aftur í netinum 1 minutt seinni, tá suðuroyingar javna 3-3.

10 minuttir ganga afturat og so hava suðuroyingar, ímóti øllum tí sum annars lá í luftini, lagt seg á odda 3-4. So er tað at Bakary Bojang fer í gongd og man skuldi næstan trúð at hann var troyttur av at málini og leiðslur fóru syftandi aftur og fram millum liðini. Hann tekur simpulthen ein solotúr ígjøgnum verjuna hjá suðuroyingum og so er javnleikur minuttin eftir leiðslumálið hjá suðuroyingum. Hann ger síðan sama nummar einaferð afturat í 80. minutti og so eru vit frammanfyri 5-4 "igen igen".

Tijani Mohammed verður ímóti endanum at dystinum feldur í brotsteiginum og brotssparkið verður sparkað av Símini Hansen, ið loksins tryggjar sigurin í 87. minutti. 6-4 verður endaliga úrslitið og ein ordans rusjibani av einum dysti er yvirstaðin.

 

Kunnu gott tola ein keðiligari dyst næstu ferð

Tað er sum vera man postitivt at vit fáa nógv valuta fyri pengarnar tá vit fara inn í Dal og gjalda 50 kr fyri at hyggja at besta mansliðnum hjá B71. Men alt við máta. Næstu dystirnir, fyrst í steypakappingini flaggdagin ímóti Giza Hoyvík á heimavølli og so í Gundadali ímóti HB í vikuskiftinum, kunnu gott vera eitt sindur minni spennandi, tó helst við sigri til okkara menn.

Givið er at tað hevði verið naivt at koma upp úr 2. deild og vænta at tað ikki fór at vera trupult, men um vit kundu sloppið av við nakrar av teimum persónligu feilunum og nervøsiteti, ið til tíðir ger seg galdandi hjá okkara monnum, so høvdu vit bara gjørt tað lættari fyri áskoðararnar, men ikki minst leikararnar. Teir gera eitt gott arbeiðið í løtuni, hóast alt og tveir sigrar á rað, skulu vit vera glað fyri. Eisini um tað kundi hugsast at vit høvdu ikki sloppið so væl ímóti sterkari mótstsøðuliðum.

Tí er tað gott at spælir væl av og at vit kunnu læra av mistøkunum. Vit vóna tað besta hesa komandi vikuna tá vit hava tveir týdningarmiklar dystir fyri framman, har vit hava møguleikan at vísa hvør dugur er í leikarunum vit hava.

Drívið á B71!

Kunning

Venjing í 2. hálvu
Venjingin hjá øllum barna- og ungdómsliðum
byrjar aftur mánadagin 13. august

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 14 25 35
2 ÍF 14 27 29
3 NSÍ 14 22 29
4 B68 14 15 28
5 Víkingur 14 -1 22
6 B71 14 -3 21
7 Giza Hoyvík 14 -12 11
8 HB 14 -2 11
9 Skála 14 -12 10
10 TB/FCS/Royn 14 -59 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 8 26 24
2 AB/B71 8 13 17
3 TB/FCS/Royn 9 10 15
4 ÍF/Víkingur 8 4 9
5 EBS/Skála 7 -2 7
6 AB 8 -10 10
7 07 Vestur (b) 8 -13 8
8 Giza Hoyvík 8 -28 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar