Loksins kom sigurin

Vit skuldu ígjøgnum fýra irriterandi ósigrar, áðrenn glotti kom í aftur.

Undan dystinum ímóti Víkingum í Leirvík í gjár, sá tað onki serligt út. Fýra ósigrar á rað og bert trý stig boðaðu ikki frá góðum, serliga havandi í huga at liðið skuldi til Leirvíkar, júst sama staðið ið vit taptu rættuliga óvæntað ímóti triðjbesta liðnum hjá felagsliðnum í fjør.

Málsetningurin í gjár mundi vera tann at vit skuldu steðga hesi keðiligu gongdini og í allarminsta lagið fara heimaftur við tí eina stiginum. Hendan ætlan fekk eitt skot fyri bógvin beint áðrenn hálvleik, tá Víkingur kemur á odda og "så er den gal igen", halda nokk tey flestu. Dysturin var sum heild nokkso óskipaður og spælið bylgjaði nokkso nógv aftur og fram.

Kanska hálvleikssteðgurin var tiltrongdur at sissa leikararnar niður aftur og minna fólk á hvussu farast skuldi fram. Í øllum førum so svara okkara menn aftur fáar minuttir inn í 2. hálvleik, tá Tijani Mohammed, ið sær út til at vera í stórformi í ár, tekur bóltin við sær uttanfyri 16 meturin og langar til. Javnleikur og knappliga sær eitt sindur ljósari út.

Tað gongur sjón fyri søgn at okkara lið dáma at halda okkum á pínubonkinum, tí vit skulu djúpt inn í yvirtíðina áðrenn forloysandi málið kom. Hettar var eitt brotsspark, ið leikandi venjarin Símin Hansen syrgdi fyri endaði í netmeskunum. 1-2 til útiliðið av Sandoynni og tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, so kundu vit øll anda eitt sindur lættari.

 

Mugu royna at koyra á

Tað krevir sítt at venda einari ringari gongd. Vit mugu endiliga ikki halda at hesin eini sigurin merkir at tað bara peikar uppeftir frá nú av. Næsti dystur inni í Dal er ímóti felagsliðnum úr Suðuroynni og á pappírinum er tað ein dystur, ið vit eiga at vinna, men júst tí kann tað vera vandamikið. Okkara menn eru ivaleyst enn við at finna rætta spælstílin og formurin hevur avgjørt nógv at siga.

Vit vóna og vænta at venjararnir og leikararnir seta seg rætt upp til enn ein sera týdningarmiklan heimadyst, har vit helst skulu innkasserað fyrsta heimasigurin í 2018. Hetta hava trúgvu viðhaldsfólkini, ið hava møtt væl upp higartil í ár, sanniliga uppiborið.

At enda skulu vit eisini viðmerkja at ongin dystur í ár er lættur og vit skulu fegnast yvir hvørt einasta stigið sum vit fáa. Tí fara vit at ynskja leikarunum hjartaliga tillukku við góða avrikinum og teimum trimum stigunum.

Drívið á B71!

Dystir

Leygardagin, 20. oktober kl. 00:00
1. deild menn: B68-B71
Fríggjadagin, 26. oktober kl. 00:00
1. deild menn: B71-ÍF

Kunning

Vinnaratølini Neytalortakappingin 2018

- Gávukort á 15.000 kr frá Atlantic (503)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Miðstovugarði (566)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Uttastovugarði (434)
- Vínhyll frá Føroya Grótvirkið í Skopun (521)
- Lamb í heyst (509)

Hjartaliga tillukku og takk fyri sýndan stuðul!
Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115

 

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar