Tap omaná tap.

Tað verður verrið, áðrenn tað verður betri.

At siga at tað gongur illani hjá besta mansliðnum hjá B71, er nokk ikki at taka munnin ov fullan.

Eftir eina lovandi byrjan ímóti Giza Hoyvík í fyrsta dystinum og einum arbeiðsinnsatsi ímóti niðurflytarunum ÍF í næsta dystinum, ið vit bara akkurát taptu, so hevur tað mestsum bara peikað niðureftir.

Enn er nógv eftir av kappingarárinum, men tað gongur sjón fyri søgn at um vit ikki klára at hála nøkur stig heim komandi dystirnar, so verður tað ógvuliga trupult hjá okkum seinni í kappingini.

Hóast vit hava verið nær við fleiri ferðir at fáa nøkur stig, so slepst tað nokk ikki undan at hópurin hjá okkum er ov smalur. Hettar vistu vit av áðrenn kappingarárið fór í gongd og stig eru eisini tikin til at fáa styrkt um hópin, men tær avtalurnar eru tíverri ikki komnar ordiliga uppá pláss enn og fryktandi er fyri at tað kann fara at vera nakrir dystir áðrenn nakað spyrst burturúr á hesum frontinum.

Dysturin í dag var ein ómetaliga trupul uppgerð ímóti KÍ, ið, hóast teir eru næstbesta liðið hjá klaksvíkingum, hava dygdir í hópið sínum, ið vit altíð fóru at hava tað stríggið ímóti. Tó so, vit ætlaðu okkum ikki heimaftur við ongum, men eftir ein hálvan tíma av spælið, so er heimaliðið frammanfyri 2-0 og mótbrekkan er sum ikki einaferð tung. Símin Hansen klárar at minka um munin áðrenn hálvleik og hendan støðan heldur líka til 85. minutt tá KÍ økir til 3-1 og síðan til 4-1 í 93. minutti.


Strævið og tungt

Vit vóru kanska nakað naiv tá kappingarárið byrjaði og løgdu, eins og vit gjørdu tað í fjør, hart út, við stórum málsetningum. Nú fyrsti mánaðin er farin afturum, mugu vit staðfesta at vit nokk skulu lækka vónirnar eitt vet her í byrjanini, inntil vit fáa fóta okkum. Tað er møguligt at tað fer at gangast betur komandi dystirnar, men vit áskoðarar skulu samstundis brynja okkum til at tað fer at ganga verrið áðrenn tað batnar.

 

Hettar eru tey óhugaligu faktaini av gongdini sum hon er nú. Men! Og hettar er týdningarmikið at minnast til. Venda vit liðnum bakið og taka dygga stuðulin og áhugan aftur, ið vit hava víst seinastu tíðina, so fer tað bara at ganga uppaftur verrið. Hettar er ikki fyrstu ferð at vit hava ligið í tungum sjógvi, men ongin ivi má valda um at leikararnir ongan áhuga hava í at tapa viku inn og viku út. Fyrr ella seinni, so vendist í holini og trivaligari úrslit fáast til høldar. Tað fer neyvan at henda fyrsta dagin, men koyra vit hart á næstu tíðina og gera okkara besta, so fer tað at bragda fyrr ella seinni. Tað er eitt lyfti, og hendan heimasíðan ger søguliga lítið við at geva lyftir.

 

Livst so spyrst, sum gamli B71 revurin, Eli Hentze plagar at taka til.

 

Drívið á B71! Framá!

Komandi

Mikudagin, 25. apríl kl. 00:00
Løgmanssteypið 1. umfar: B71-Giza Hoyvík
Leygardagin, 28. apríl kl. 00:00
Old Girls: B71-KÍ
Sunnudagin, 6. Mai kl. 00:00
U18 Gentur Steypakapping: AB/B71-Víkingur

Kunning

Maratonfótbólturin 2018
Árliga fótbóltstiltakið verður:
Mikukvøld 09. mei - Hóskvøld 10. mei (Kristi Himmalsferðardag)

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 7 18 19
2 B68 7 9 18
3 ÍF 7 18 16
4 NSÍ 7 7 16
5 B71 7 -3 9
6 Víkingur 7 -1 9
7 HB 7 1 6
8 Giza Hoyvík 7 -6 5
9 Skála 7 -6 3
10 TB/FCS/Royn 7 -37 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 3 10 9
2 AB/B71 2 6 6
3 EBS/Skála 2 3 3
4 ÍF/Víkingur 2 -1 3
5 Giza Hoyvík 1 -2 0
6 07 Vestur (b) 3 -3 3
7 TB/FCS/Royn 3 -5 3
8 AB 2 -8 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar