Ov stuttir enn einaferð

Tað rakk akkurát heldur ikki hesuferð ímóti enn einum av favorittunum til uppflyting í bestu deildina.

Byrjanin av kappingárinum hevur bestemt ikki verið løtt. B71 hevur longu nú spælt ímóti øllum liðunum, sum hava bestu lið síni í 1. deild og úrtøkan er eitt sindur so sum so.

Trý stig í trimum dystum er ikki tann byrjanin vit høvdu ynskt, men hin vegin høvdu vit onki anilsi um hvussu liðið var fyri í mun til hini liðini í deildini. Hettar hava vit eina betri fatan av í dag og niðurstøðan er tann at vit eru so bestemt ikki nakað verrið lið enn hini í deildini. Vit hava higartil spælt upp ímóti og til tíðir betri enn kappingarneytar okkara.

Vikuna frammanundan taptu vit óuppiborið ímóti ÍF, meðan vit aftur í vikuskiftinum máttu leggja rygg til eitt tepurt tap.

Í 1. hálvleiki ímóti toftamonnum tóktust okkara menn at vera betra liðið, men tað er so B68, ið skora fyrsta málið í 22. minutti. Besti møguleikarnir mundu vera eitt horna, har Tijani sendir bóltin beint við síðunar av stongini og ein fríspæling av Símini Hansen, ið tíveri ikki fær stundir at avslutta.

2. hálvleikur var einans minuttir gamal, tá B68 fekk seinna málið og mótbrekkan kendist knappliga nakað tung. Kanska var hettar orsøkin til at B71'ararnir dovnaðu eitt sindur næstu 20 minuttirnar, har B68 var nógv betri fyri.

Síðstu 15 minuttirnar tóktist liðið at kvikka eitt sindur uppaftur og Jógvan Drangberg megnar eisini at spæla Tijani Mohammed púra frían ímóti málmanninum, ið hann rundar og sendir bóltin í netið til 2-1.

Endin av dystinum bleiv tískil spennandi, men tíverri megnaðu vit ikki hesuferð at stjala stigið, ið vit størsta partin av dystinum jagstraðu.

B68 vann; kanska uppiborið, og vit mugu royna enn einaferð. Næstu ferð heima ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ 31. mars.

 

Væl við

Hóast úrslitini ikki eru í okkara favør í løtuni, so er tað ógvuliga jaligt at síggja hugburð og góða spælið, sum hettar B71 liðið klárar at spæla, um bert vit geva okkum stundir til tað og eru konsentreraðir og disiplineraðir. Vit skulu læra okkum ikki at vera so bangnir fyri at lata mál inn, tí hesir tríggir dystirnir hava prógva at vit hava eina verjuketu, ið dugir væl at verja, men sum viðhvørt missur fokus. Í hinum endanum hava vit eitt sterkt álop og fáa vit tann styrk, ið vit leita eftir, so er ongin orsøk til at vit ikki fara at venda hesar ósigrarnar til sigrar.

Fara vit afturum, takið tað so róligt. Trúgvið uppá egin evnir og tann spælstílin, sum tit síggja út til at duga væl. Tað skal nokk blíva gott, so hvørt vit fáa fleiri dystir undir beltið.

 

Drívið á B71!

Kunning

Venjing í 2. hálvu
Venjingin hjá øllum barna- og ungdómsliðum
byrjar aftur mánadagin 13. august

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 14 25 35
2 ÍF 14 27 29
3 NSÍ 14 22 29
4 B68 14 15 28
5 Víkingur 14 -1 22
6 B71 14 -3 21
7 Giza Hoyvík 14 -12 11
8 HB 14 -2 11
9 Skála 14 -12 10
10 TB/FCS/Royn 14 -59 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 8 26 24
2 AB/B71 8 13 17
3 TB/FCS/Royn 9 10 15
4 ÍF/Víkingur 8 4 9
5 EBS/Skála 7 -2 7
6 AB 8 -10 10
7 07 Vestur (b) 8 -13 8
8 Giza Hoyvík 8 -28 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar