Høvdu tað; og mistu tað

Vit vóru frammanfyri, síðan aftanfyri, so ájavnt aftur. Og so mistu vit alt.

Tað var lagt í kakkelovnin til fyrsta heimadystin inni í Dal kappingarárið 2018.

Niðurflytararnir úr bestu deildini vóru heilt víst favorittar undan dystinum, men vit vistu frammanundan at vit stóu ikki nógv aftanfyri.

Hettar kom til sjóndar í 26. minutti, tá eitt innlegg úr vinstru síðu verður beint so direkta í málið, eftir gott press spæl frá B71 frammanundan.

Dysturin bylgjaði sum heild eitt sindur aftur og fram, viðhvørt høvdu vit yvirtakið og viðhvørt høvdu fuglfirðingar yvirtakið.

Eina løtu áðrenn hálvleik mistu vit so takið og ÍF javnaði við einum flottum málið. Hettar elvdi til eitt sindur av nervøsitetið og tá 20 minuttir eru farnir av 2. hálvleiki, so er galið aftur og ÍF fara framum 1-2.

Nervarnir sótu uttaná eina løtu, men B71 kláraði tó at halda seg í skinninum og ístaðin pressa fyri at fáa útjavnandi málið. Vit fóru meir og meir at dúva uppá langar sendingar, so hvørt sum dysturin leið meir og meir ímóti endanum og tað er ein av hesum sum gevur úrslit í 89. minutti. Ein sending langt afturi á vøllinum fer sendandi ímóti Bakary Bojang, ið tekur bóltin niður og við sær við bringuni, rystir ein verjuleikara av sær og lobbar bóltin elegant um málmannin. Eitt ótrúliga flott mál, og var tað ikki fyri tað sum hendi 1 minutt seinni, so eitt ótrúliga viktigt mál.

Men, ak. Minuttin seinni verður bólturin ikki beindur burtur í okkara egna sekstanmeturi og innleggið frá ÍF sleppur at halda á fram, beint til ein frían mann, ið meginparturin av áskoðarunum hildu var offside, ið trillar bóltin undir Terja, ið ger alt tað hann kann fyri at steðga sigursmálinum.

2-3 verður eisini endaliga úrslitið og skuffilsi lýsti úr B71 leikarunum og viðhaldsfólkunum, ið gladliga høvdu tikið 1 stig hasa løtuna.

 

Fantastiskur hugburður

Nú eru tað ikki nógvir dystir spældir hettar kappingarárið, men eitt sum gongur sjón fyri søgn, ið er sera nógv batna frá øðrum áðrum er hugburðurin. Viljin er til staðar og leikararnir fara ikki niður í kolkjallarin tær løtur tað gongur galið, men reisa seg aftur.

Klára vit at bera hendan týdningarmikla hugburðin við okkum alt kappingarárið, so garantera vit her og nú fyri at vit fáa akkurát tey úrslit sum vit hava uppiborið. Viðhvørt, sum í gjár, gleppir tað okkum av stokkinum, men til aðrar tíðir fara vit at vera við yvirlutan og tað er innsatsurin yvir eitt heilt kappingarár, sum fer at telja. Ikki dysturin í 2. umfarið av landskappingini.

 

Næsti dystur er á Toftum ímóti B68 leygardagin kl. 16.00. Væntandi vera vit ikki so nógv til staðar at eggja okkara liðið til sigurs, men nøkur hava longu meldað út at tey fara. Rópið tit bara hart og væl, so skulu leikararnir orna rest.

 

Drívið á B71!

Dystir

Leygardagin, 20. oktober kl. 00:00
1. deild menn: B68-B71
Fríggjadagin, 26. oktober kl. 00:00
1. deild menn: B71-ÍF

Kunning

Vinnaratølini Neytalortakappingin 2018

- Gávukort á 15.000 kr frá Atlantic (503)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Miðstovugarði (566)
- 20 kg blandað neytakjøt frá Uttastovugarði (434)
- Vínhyll frá Føroya Grótvirkið í Skopun (521)
- Lamb í heyst (509)

Hjartaliga tillukku og takk fyri sýndan stuðul!
Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115

 

 
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar