Nýggja B71 byrjar her

Felagið hevur í seinastuni gingið nýggjar leiðir og í dag sóu vit vónandi tað fyrsta ítøkiliga úrslitið av nógvum.

Í gjár kl. 16.00 var týdningarmikil dystur í 1. deild hjá monnum spældur á nýggja Hoyvíksvøllinum millum heimaliðið Giza Hoyvík og B71.

Arbeitt hevur verið miðvíst í allan vetur at fáa gott skil á øllum liðum hjá B71, men ikki minst besta mansliðnum, ið síðstu árini hevur verið í einum aldudali, upp og niður frá bestu, næstbestu og triðbestu deildini.

Skal lív verða lagað fótbóltinum hjá teimum vaksnu á mannfólka síðuni, so var eyðsæð fyri okkum øll at vit máttu bróta upp úr nýggjum, royna nýggjar leiðir og ja, satsa, men satsa rætt.

Vit skulu vera varin við at taka munnin ov fullan tá vit hyggja at úrslitinum í gjár, ið var stak jaligt, men tað ber so til at staðfesta at spæligleðin og ikki minst, stoltleikin, er aftur at síggja hjá monnum nú teir trinu fram á vøllin og tóku fyrsta fetið í longu kappingini í 1. deild 2018.

Fyrsti hálvleikur byrjaði trilvandi, kanska mest hjá okkara monnum, ið tyktust eitt sindur nervøsir. Skilligt, tá man hevur í huga at allir mans hava arbeitt so miðvíst við einum málið fyri eyga og tá er tað óvissan, ið er okkara størsti fíggindi. Eftir eini 10 minuttir, so virkaði tað tó sum um betri stýring kom á liðið og menn blivu meira sjálvsikrir á bóltinum.

Hettar ber eisini úrslit stutt fyri hálvleiksteðg tá ein gamal kenningur, nú afturvendur B71'ari, Tijani Mohammed, verður sendur avstað ímóti brotsteiginum í vinstru síðu. Ein verjuleikari hjá Giza Hoyvík stendur fyri málið og málmannin, men Tijani trekkir inn í banan og skýtir flatt og hart í høgru síðu av málinum. 0-1 til B71 og stór gleði á teimum gott 20 áskoðarunum, ið vóru møttir at stuðla B71 í gjár.

0-1 var hálvleiksstøðan og vit royndu at trýsta fyri at útbyggjað leiðsluna, men tað var kanska heldur mótstøðuliðið, ið høvdu fleiri góðar møguleikar at javna. Heppið fyri okkum at vit eiga ein serstakliga góðan og ofta undirvurderaðan málmann í Terja Brynjarsson, ið ikki lovaði nøkrum framat í gjár. Vit taldu minst tvær ella tríggjar støður har Terji mátti stórbjarga fyri at halda okkum inni í dystinum.

Støðan helt tó allan vegin til síðsta bríksl og frøðin var sum vera man stór á øllum B71'arum kring og inni á vøllinum.

 

Mugu sláa kalt vatn í blóðið

Sigurin í gjár var týdningarmikil, sera týdningarmikil. Men vit mugu fyri alt í verðini ikki gloyma at vegurin er langur, áðrenn vit kunnu siga nakað sum helst um hvussu árið fer at hilnast ella hvussu vit veruliga eru fyri, í forhold til onnur lið í deildini. So skjótt sum vit ikki taka uppgávuna nóg nógv í álvara og halda at vit kunnu slappa av, so verður beinanvegin galið.

Ístaðin skulu vit leggja okkum í selan her í byrjanini av kappingarárinum og royna hvat vit kunnu fyri at fáa so nógv stig sum gjørligt til høldar, hóast tað krevir nógv av fólkið, ið, øvugt av gongdini í øðrum feløgum, enn hava fótbóltin sum frítíðarítriv. Og hettar seinasta er ikki neiliga meint uppá nakran máta, bert ein staðfesting av veruleikanum og eitt stórt herðaklapp til okkara leikarar, ið leingi hava avrika yvir evnir og lukkað munnin á nei-sigarunum.

Hettar skal halda á fram, um góða gongdin hjá felagnum sum heild skal peika rættan veg.

Í gjár var ein góður dagur og vit vænta nógvar góðar dagar fyri framman.

 

Drívið á B71!

Komandi

Mikudagin, 25. apríl kl. 00:00
Løgmanssteypið 1. umfar: B71-Giza Hoyvík
Leygardagin, 28. apríl kl. 00:00
Old Girls: B71-KÍ
Sunnudagin, 6. Mai kl. 00:00
U18 Gentur Steypakapping: AB/B71-Víkingur

Kunning

Maratonfótbólturin 2018
Árliga fótbóltstiltakið verður:
Mikukvøld 09. mei - Hóskvøld 10. mei (Kristi Himmalsferðardag)

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 7 18 19
2 B68 7 9 18
3 ÍF 7 18 16
4 NSÍ 7 7 16
5 B71 7 -3 9
6 Víkingur 7 -1 9
7 HB 7 1 6
8 Giza Hoyvík 7 -6 5
9 Skála 7 -6 3
10 TB/FCS/Royn 7 -37 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 3 10 9
2 AB/B71 2 6 6
3 EBS/Skála 2 3 3
4 ÍF/Víkingur 2 -1 3
5 Giza Hoyvík 1 -2 0
6 07 Vestur (b) 3 -3 3
7 TB/FCS/Royn 3 -5 3
8 AB 2 -8 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar