B71 eru Føroyameistarar!

Finalu umfarið ímillum elstu fótbóltsleikarar hjá monnum í Føroyum gjørdist ikki sørt spennandi!

Nógv kend eldri andlit vóru at síggja seint á kvøldið inni í Dal í gjár. Finalu umfarið hjá Old Boys +45 skuldi spælast á Sandi og liðini sum dystaðust vóru B71, HB og B36.

At enda stóð slagið millum HB og B71 og okkara veteranar skuldu vinna fyri at vinna kappingina. Hettar gjørdu teir tíbetur eisini og fingu so gullkrúnurnar um hálsin.

Tað er ikki á hvørjum árið at okkara felag fær eitt Føroya meistara lið, men hesir sum spældu í gjár hava enntá roynt tað áður, tá í sínum ungu árum og á hægsta støði í Føroyum.

Vit gleðast um góðu avrikini hjá teimum og Sandoyar Ítróttarfelag B71 ynskir okkara hjartaliga tillukku við Føroyameistaraheitinum!

Drívið á B71!

Kunning

Maratonfótbólturin 2018
Vinnaranummur til lutaseðlarnar:

236 (laksafarva)
G 43153 (grønur)
655 (gulur)
G 43151 (grønur)
K 42427 (hvítur)
K 42335 (hvítur)
274 (laksafarva)
554 (gulur)
271 (laksafarva)
K 27044 (lilla)
515 (hvítur)
749 (gulur)

Vinnarar kunnu ringja 263676 ella 220584 (Gitta og Sólrun)

B71 takkar fyri stuðulin

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 11 23 31
2 NSÍ 11 18 26
3 B68 11 15 24
4 ÍF 11 12 20
5 B71 11 0 18
6 Víkingur 11 -4 13
7 HB 11 -1 9
8 Giza Hoyvík 11 -12 8
9 Skála 11 -7 7
10 TB/FCS/Royn 11 -44 3
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 5 18 15
2 AB/B71 5 13 13
3 TB/FCS/Royn 5 5 9
4 EBS/Skála 4 3 6
5 ÍF/Víkingur 4 -4 4
6 07 Vestur (b) 4 -8 3
7 AB 4 -9 3
8 Giza Hoyvík 5 -18 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar