Víkingur-B71 1-5

Fyrstu taptu stigini í einum annars væl hilnaðum bólkaspæli.

Tað bleiv tíverri ikki til fjórða sigurin á rað hjá næstbesta liðnum. Í dag vóru teir snøgt sagt spældir út av vøllinum.

Venjarin Jón Tór lovar tó at hettar er ein svipsari og at ætlanin er at koma sterkt aftur næstu ferð.

Annars var dysturin í dag sermerktur við at faðir og sonur spældu á sama liðið og vóru samstundis elsti maður og yngsti maður á liðnum. Talan var um feðgarnar Allin og Sigurd Simonsen av Sandi.

Komandi leygardag spælir 3. deild á Sandi ímóti B36, áðrenn síðsta dyst í bólkaspælinum, ið er ímóti KÍ í Klaksvík.

 

Drívið á B71!

Komandi

Mikudagin, 25. apríl kl. 00:00
Løgmanssteypið 1. umfar: B71-Giza Hoyvík
Leygardagin, 28. apríl kl. 00:00
Old Girls: B71-KÍ
Sunnudagin, 6. Mai kl. 00:00
U18 Gentur Steypakapping: AB/B71-Víkingur

Kunning

Maratonfótbólturin 2018
Árliga fótbóltstiltakið verður:
Mikukvøld 09. mei - Hóskvøld 10. mei (Kristi Himmalsferðardag)

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 7 18 19
2 B68 7 9 18
3 ÍF 7 18 16
4 NSÍ 7 7 16
5 B71 7 -3 9
6 Víkingur 7 -1 9
7 HB 7 1 6
8 Giza Hoyvík 7 -6 5
9 Skála 7 -6 3
10 TB/FCS/Royn 7 -37 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 3 10 9
2 AB/B71 2 6 6
3 EBS/Skála 2 3 3
4 ÍF/Víkingur 2 -1 3
5 Giza Hoyvík 1 -2 0
6 07 Vestur (b) 3 -3 3
7 TB/FCS/Royn 3 -5 3
8 AB 2 -8 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar