Fótbóltstilmelding 2019

Tilmeldingardagurin hjá B71

2019

Stórur tilmeldingardagur verður mánakvøldið 04. februar fyri allar leikarar felagsins í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Vit byrja kl. 18.00 og rigga av kl. 20.00.

Tilmelding er fyri børn og ung, men eisini vaksin, ið ætla sær at spæla fótbólt við B71 í kappingarárinum 2018.

 

Leikaragjald (børn/ung)
Kostnaður fyri luttøku hjá børnum og ungum í ár er sett at verða:

  • 400 kr fyri 1. barnið
  • 300 kr fyri 2. barnið
  • 200 kr fyri 3. barnið

Fjórða tilmeldingin er ókeypis

Leikaragjald (vaksin)
Kostnaður fyri luttøku hjá vaksnum í ár er:

  • 800 kr fyri 1. deild menn
  • 400 kr fyri Kvinnur
  • 100 kr (limagjald) fyri 3. deild menn, Old Boys og Heilsufótbólts íðkarar


Limagjald
Útyvir leikaratilmeldingar, so verður eisini møguleiki fyri at tekna seg sum (hvílandi) lim í felagnum og gjalda limagjald. Limagjaldið er 100 krónur um árið.

Vinn ein landsdyst!
Í fjør gjørdu vit tilmeldingina eitt sindur forvitnisligari. Tá var navnliga lutakast millum allar leikarar, ið meldaðu seg til.
Hettar endurtaka vit í ár og vinningurin er, eins og í fjør, 2 landsliðsatgongumerkir til komandi landsdyst hjá føroyska A-landsliðnum.

Motus Sport
Harafturat verður høvið at koma og heilsa uppá Meinhardt frá Motus Sport og keypa B71 klæðir og útgerð til komandi kappingarár.

 

Ungdómsnevndin hjá B71 bjóðar eisini kaffi, the, sunkist og køkur til øll ið møta.

 

Vit gleða okkum at síggja nógv Sandoyggjafólk í øllum aldrum til tilmeldingardag. Jú fleiri melda til, jú stuttligari verður tað tá vit fara út at umboða B71.

 

Drívið á kvinnur og menn, gentur og dreingir, børn, ung og vaksin!

 

Drívið á B71!

Kunning

Neytalortakappingin 2019!

Lortapunturin bleiv nr. 861!

Punturin uppi yvir (norður): 678!

Punturin niðri undir (suður): 352!

Punturin til vinstru (vestur): 427!

Punturin til høgru (eystur): 961!

Eisini trektu vit um 4x 20kg av eplum!

Vinnarapuntarnir gjørdust:
559, 902, 260, 170.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115!