Áki verður við komandi ár

Ungi og evnaríki leikarin av Sandi hevur skrivað undir sáttmála at leika við B71 komandi ár.

Miðvallaleikarin, ið hevur gott at brægað til í fótbóltsgenum, hevur takka ja til enn eitt ár við barndómsfelagnum. Áki spældi vaksnamannafótbólt fyri fyrstu ferð, farna kappingarár, har hann spældi 21 ferðirnar í 1. deild, umframt 9 ferðirnar í U21, har hann skoraði 5 mál. Fyrsta málið í 1. deild eigur hann enn til góðar, men tað fer væntandi at koma í 2020.

 

50 ára føðingardagurin nærkast

Í 2020 fyllir Sandoyar Ítróttarfelag B71 50 ár og kappingarárið fyri framman verður sostatt hálvthundrindu ferð vit bjóða okkum fram innan fótbólt.

Sjálvsagt eru allir føðingardagar gleðiligir, tí tað merkir enn eitt ár har felagið hevur annaðhvørt hórað undan ella tað sum betur er. Men nú er tað einaferð soleiðis at tíðirnar broytast og summi ting halda á fram, meðan onnur detta burtur. Ikki alt her í verðini heldur á fram í nógv ár, uttan steðg. Tískil skulu vit gleðast um hendan merkisdag og viðurkenna tað vegamóti vit í hesum døgum standa við.

Felagið hevur verið í støðugari broyting og batnandi viðurskiftir hava verið at síggja á, so at siga øllum økjum. Hendan menning skal halda á fram og ein liður (av mongum) í hesi menning, er at vit skulu vera betri at taka okkum av okkara unga fólki, ið standa á gáttini at spæla við vaksnamannaliðunum.

At ungir og evnaríkir leikarar sum Áki, umframt aðrir, ið væntandi koma at leggjast afturat, velja at líta á okkum og tað vit vilja fremja, er ein álitisváttan. Ein álitisváttan, ið vit ikki taka fyri givið.

Sostatt standa vit frammanfyri eini risa avbjóðing á føðingardagsárinum; eini avbjóðing, ið vit her suðuri eru sinnaði og før fyri at loysa.

Framtíðin er nú, og framtíðin er bjørt.

Drívið á B71!

 

Kunning

Vinnaratøl til jólabingo 2019

Ljósareyður seðil nr. 263

Ljósareyður seðil nr. 398

Gulur seðil nr. 320

Gulur seðil nr. 399

Grønur seðil nr. 70

Grønur seðil nr. 108

Grønur seðil nr. 171

Bláur seðil nr. 917

Bláur seðil nr. 985

Ljósabláur seðil nr. 708

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Gittu á tlf. 263676!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar