Ragnar Fossdalsá sparkar ikki meira

1. januar 1970, fyri skjótt 50 árum síðani, varð Sandoyar Ítróttarfelag B71 sett á stovn av fimm eldhugaðum monnum; ein av hesum fimm stovnarunum var Ragnar Fossdalsá.

Hósdagin 28. november legði Ragnar árarnar inn, 73 ára gamal. Fryntligi toftamaðurin, ið bleiv sandingur um ein háls, taldist, og kemur at teljast millum undangongumenn og stríðsmenn miklu, ið leggja tíð og orku í frítíðarfelagsskapin B71.

Alt bar til, onki var ógjørligt. Soleiðis var Ragnar!

Ragnar royndi allar leiklutir í felagsskapinum. At byrja við sum leikari, og tá ið gaggurnar komu upp á hillina at standa, tók hann á seg aðrar leiklutir, fyrst sum partur av Áhugafelagnum, og seinni sum formaður í B71 í nógv ár.

Nú Ragnar fór til jarðar í dag 02. desember, kendi man veruliga á sær at ein av størstu eldsálunum slóknaði.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar stovnara, leikara, áhugafelagsmanni og formanni okkara, fyri alt, ið hann gav við gleði.

Ragnar sparkar ikki meira, men minnini um mongu spørkini liva víðari!

Kunning

Vinnaratøl til jólabingo 2019

Ljósareyður seðil nr. 263

Ljósareyður seðil nr. 398

Gulur seðil nr. 320

Gulur seðil nr. 399

Grønur seðil nr. 70

Grønur seðil nr. 108

Grønur seðil nr. 171

Bláur seðil nr. 917

Bláur seðil nr. 985

Ljósabláur seðil nr. 708

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Gittu á tlf. 263676!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar