Skrædl eftir góða byrjan

Eftir at hava tryggja luttøku í 1. deild farna vikuskiftið, so var avgjørt at allir ungir- og eykaleikararar skuldu fáa møguleikan í fullum dysti.

Lættast í verðini er at vera bak klókur, men eftir lokið umfar í farnu viku, so tóktist tað at vera tað mest natúrliga og givna í verðini, at okkara ungu menn skuldu sleppa at royna seg, so nógvir sum gjørligt, og helst allir, í ársins síðsta dysti. Tá avtornar, so kann man keglast hvørt hettar var røtt avgerð og at man kanska skuldi havt verið meira kritiskur, havandi í huga at vit leiktu ímóti einum av oddaliðunum í deildini, á teirra heimavølli við Løkin. Ein heimavøllur, har vit allarhelst skulu nógv nógv ár aftur í tíð fyri at finna seinasta úrslit, ið hevur givið stig til okkara lið.

Men! Ongin ivaðist í at hettar var tað rætta at gera, inntil eftir dysturin var lokin og tá eru fólk sjálvsagt ógvuliga skjót at koma við meiningum.

Her frá skal tað staðfestast sum tað allarfyrsta at hettar var tað einasta rætta og rættvísa mótvegis fólki, ið hevði vant dúgligani alt ár og verið við til at halda liðnum í deildini, uttan at hava kravt støðugt pláss á liðnum. At úrslitið bleiv sum tað bleiv, var ein samanblanding av fleiri tingum, sosum ov sterk mótstøða, illa samanspælt lið, ov ringt uppsett lið, ið ikki hevði nakað ávíst at spæla fyri o.s.f.

Hóast hettar, so anaði man ongantíð tann fyrsta hálva tíman, at tað fór at enda so galið. 9 minuttir eru leiktir av dystinum og B71 situr á spælinum og spælir góðan lívligan fótbólt. Rani Nicolajsen rekur ímóti baklinjuni í høgru síðu, sleppur framvið vinstrabakkinum og fær lagt bóltin flatt innfyri til Clayton Soares, ið smekkar hann í stongina og inn til 0-1.

B71 heldur á fram at trýsta og kann enntá økja um leiðsluna við góðum spælið í báðum borðum og innleggum, ið kundu elvt til mál um vit vóru neyvari.

Soleiðis var skilið í 26 minuttir, inntil tað fyrsta av eini ørgrynnu av málum verður latið inn. NSÍ fær lirkað verjuna sundir og skorað til 1-1, síðan til 2-1 seks minuttir seinni og 3-1 tríggjar minuttir eftir tað. Stutt fyri leiklok verður tað 4-1 og eitt skrædl sær út til at vera í væntu. Annar hálvleikur byrjar har fyrri slepti og NSÍ skorar til bæði 5-1 og 6-1 innan tímin er leiktur.

Um hettar mundi hendir nakað sera løgið. Venjari okkara Christopher Harrington er, skilligt nokk, rasandi við okkara leikarar og tosar við stórum bókstavum á síðulinjuni. Hettar er sum so ikki serliga løgið, men tað sum hendir hareftir er djúpt besyndarligt. Sum skilst, so ilskast linjuverjin inná málburðin og at venjarin ikki er nóg skjótur at fara aftur í egið tekniskt økið og kallar dómaran yvir.

Eftir eitt lítið prát, so gevur dómarin boð til venjara okkara at hann skal burtur av vøllinum og so er liðið meir at kalla venjaraleyst síðsta hálva tíman. Hóast dómararnir ivaleyst høvdu grein í sínum málið at venjarin skuldi lurtað beinanvegin og at málburðurin ikki átti at vera so kraftigur, so kundi man ynskt sær at hesir stungu ein fingur í jørðina og hugsaðu sum so, at tað fór neyvan at gera gagn at eskalera spentu støðuna, tá teir saktans kundu givið eina ávaring, ella illans tíð eitt gult kort. Tað valdu teir ikki at gera og úrslitið var at okkara fingu uppaftur verrið fortreytir at leika dystin. Ein illa handfarin støða, fyri at siga tað akkurát sum tað er.

Onki er so at gera við tað. Vit halda á fram at lata mál eftir mál inn og ongin máti tykist vera at forða einum støðugum streymi av málum. Man kann eisini hugsa sær til at leikararnir um hettar mundi bara bíðaðu eftir at dysturin bleiv floytaður av.

Vit lata 4 mál afturat inn, men skora so eitt troystimál afturat. Aftur hesuferð er tað Clayton Soares uppá spæl og málið, eitt saksaspark av 16 metrinum, var somikið gott at tað var spell at tað bert var eitt reduserandi mál til endaligu støðuna 10-2. Eitt vána avrik tíverri.

 

Søgan endurtekur seg

Fyri eini 10 árum síðani var B71 í bestu deildini og í eini líkanandi melduródn, eisini í Runavík. Liðið lá í vandasjógvi á seinasta leikdegi og eitt óvæntað úrslit aðrastaðni skuldi til fyri at bjarga liðnum luttøku í bestu deildini. Hesuferð høvdu vit avgreitt setningin áðrenn dystin, men úrslitini líktust. Tá taptu vit 9-1 ímóti NSÍ og hesuferð taptu vit so 10-2 ímóti NSÍ, báðu ferðirnar lógu vit í botninum, hóast fortreytirnar undan dyst vóru nakað øðrvísi.

Orsøkin til at vit nevna hesa hendingina fyri 10 árum síðani, er fyri at minna á at tílíkar keðiligar upplivingar koma fyri. Tað ber til at lúta stórt fyri einum øðrum liðið, um bert fortreytirnar tala fyri tí. Skomm, hevur onkur sagt, men vit meta ikki tílíkt er skomm, tí tá kemur tað ann uppá hvussu man tapur og ikki hvat man tapur.

Um tað er skomm at seta ungdómin við og geva øllum ein møguleika at leika á hægsta støðinum sum B71 kann bjóða í løtuni og harvið geva ungdóminum blóð uppá tonnina til meira, so hava vit ymiskar fatanir av hvat skomm er. B71 er, hvat antin fólk vilja síggja tað ella ei, eitt lið í menning. Tað broytir eitt tap á 10-2 ikki uppá. Menningin fer at halda á fram óansæð um vit taptu 20-2. Týdningarmest er at duga at síggja at enn hava vit arbeiði fyri framman sum skal gerast fyri at forða fyri at slíkt verður gerandiskostur hjá okkara annars evnaríka ungdómi.

 

Byggja upp til komandi ár

Arbeiði at styrkja hópin til komandi kappingarár er longu ávegis. Vit fara at tryggja okkum at venjarin heldur á fram komandi ár, leikarar sum hava mynda liðið á góðan hátt í ár skulu halda á fram, samstundis sum vit leggja afturat hópinum við góðum og fjølbroyttum kreftum, ið styrkja liðið har vit eru veikast. Vit hava melda út at einasta rætta er uppflyting í samband við 50 ára føðingardagin og tað standa vit við!

Livst og spyrst um vit fara at megna tað, men felagið skal skapa fortreytirnar og so er tað upp til venjarar og leikarar at taka av.

Hettar ivast vit ikki eina løtu í fer at eydnast. Eisini hóast stórtap í ársins síðsta dysti.

Drívið á B71!

Kunning

Neytalortakappingin 2019!

Lortapunturin bleiv nr. 861!

Punturin uppi yvir (norður): 678!

Punturin niðri undir (suður): 352!

Punturin til vinstru (vestur): 427!

Punturin til høgru (eystur): 961!

Eisini trektu vit um 4x 20kg av eplum!

Vinnarapuntarnir gjørdust:
559, 902, 260, 170.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar