Onki at bíða við

Nýggja leiðin í B71 verður veruliga grundað á ungdómin, ið kemur at bera felagið upp í bestu deildina í næstum.

Seinastu árini hevur felagið veruliga liva upp til málsetningin um at leikarar felagsins skulu hava javnbjóðis atgongd at íðka ítrótt og serligur dentur hevur verið lagdur á børn og ungdóm, aldan tí tað er kravmiklasta og týdningarmesta uppgávan í felagnum at røkja til fulnar dag inn og dag út. Sjálvsagt vera vaksnir leikarar eisini raðfestir, men ger man ikki grundarbeiðið til lítar, so er tað bara ein spurningur um tíð áðrenn húsið fellir.

Vaksnamannaliðini liva av tilgongdini frá ungdómsdeildunum, meðan barna og ungdómsdeildirnar liva av teimum ágóðum felagið fær orsaka av luttøku í vaksnamannadeildunum. Tískil eru bæði ein samantvunnin eind og høpisleyst at tosa um bara tað eina. Vit mugu hava vælvirkandi loysnir til bæði, annars fáa vit hvørki.

Tískil er tað ein gleðisdagur hvørja ferð ungir leikarar velja felagið til og játta seg at virka til frama fyri felagsskapinum.

Hesuferð snýr tað seg um tríggjar mans, ið hava longt sáttmálar sínar frá í ár av. Talan er tá um Dawid Nowicki úr Skopun og Brian Águst Erlingson og Jóhan Petur Kjærbo Hentze av Sandi.

Afturat teimum hevur Jákup Høgnason úr Skálavík, ið nýliga fylti 16 ár og hevur skrivað undir sáttmála við B71 fyri fyrstu ferð.

Hjartaliga tillukku tit fýra! Tykkara harða arbeiði, og harða arbeiði hjá tykkara meinlíkum, fer framyvir at vera avgerandi fyri hvussu væl felagsskapurin roynist á ovastu rók. Fáa vit áhaldandi lagt gott í beinini á tykkum ungu, har tit velja B71 og Sandoynna framum annað, sum kanska kundi verið ein nemmari loysn, men ikki neyðtyrviliga betri, so eru vit væl á veg at vera tað felagið vit áður hava verið og uppaftur betur enn tað!

Drívið tí á ungu menn og kvinnur!

Framtíðin er okkara og hon er B71!

 

Kunning

Neytalortakappingin 2019!

Lortapunturin bleiv nr. 861!

Punturin uppi yvir (norður): 678!

Punturin niðri undir (suður): 352!

Punturin til vinstru (vestur): 427!

Punturin til høgru (eystur): 961!

Eisini trektu vit um 4x 20kg av eplum!

Vinnarapuntarnir gjørdust:
559, 902, 260, 170.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar