Ein rótutur javnleikur

Hóast 0-0 ímóti B68 hevði verið góðkent fyrr í ár, so var hettar mestsum eitt óynskt úrslit í verandi støðu.

Tá dysturin varð floytaður í gongd var tað við tí sannroynd at B36 longu hevði vunnið á 07 Vestur og tískil bert vóru tvey stig aftanfyri okkum, meðan Skála var tvey stig og HB vóru fýra stig aftanfyri.

Spælið virkaði eisini hareftir, rættuliga nervøst og ikki serliga sannførandi. Fyrsti hálvleikur var eitt langt rót og hvørki B71, eiheldur B68 fingu stórvegis nógv burturúr.

Annar hálvleikur var ikki stórt frægari. B71 fekk onkrar hissini møguleikar, men hóast Tijani megnaði ein fríløbara, men misti bótin eftirfylgjandi og vit viðhvørt stóðu hættisliga fyri, so var tað bara líka við og næstan alla tíðuna. Ongin veruligur málmøguleiki at tosa um. Hinvegin var tað vitjandi liðið ið hevði nógv fleiri vandamiklar royndir, nøkur longskot, ið Jóhan Herálvur Hentze í málinum hegnisliga tók sær av og serliga tað eina langskotið bjargaði hann meistaraligani. B68 sleppur til skot stutt uttanfyri sekstanmeturin. Skotið er hart og lágt ímóti vinstru síðu, men Jóhan Herálvur tveitir seg í fullari longd niður ímóti stongini og forðar fyri at B68 taka leiðsluna, ið ivaleyst hevði givið teimum øll trý stigini. Ein fantom bjarging frá einum ungum manni, ið bara sær út til at blíva betur og betur í málinum.

0-0 gerst endaliga úrslitið, men tað mundu vera fá, ið vóru væl nøgd við málleysan javnleik, ið ikki tryggjaði nakra luttøku í 1. deild 2020 aleina.

 

Víkingur bjargaði okkum. Akkurát!

Bjargingin hettar vikuskifti lá nú í hondunum á Víkingi, ið byrjaði dyst í Gundadali kl. 17.30 í kvøld, tvs. ein og ein hálvan tíma eftir loknan dyst inni í Dal.

HB var fýra stig aftanfyri okkum og taptu teir, so merkti tað at teir ikki kunnu taka B71 aftur og so var sessurin hjá B71 tryggjaður eitt ár afturat.

Leingi sá tað ikki út til at ganga; líka til 94. minutt tá Signar á Brúnni (yngri, má tað væl vera), skorar fyri Víking í allarsíðsta sekundi. Dysturin endar prompte aftaná og so eru B71 tryggjaðir!

Vit kundu ynskt okkum at vit avgreiddu tingini sjálvir, men tá tað nú skal vera upp til onnur, so er tað gott at tað gongur kortini.

Hóast árið í ár var eitt sindur upp og niður og eitt sindur av einum fusara til tíðir, so hevur seinasta tíðin verið sera jalig fyri okkara viðkomandi. Nógv týdningarmikil stig og gott spæl til tíðir. Meir enn so.

Ungdómurin hevur verið álitið alt árið og er tað aftur nú móti endanum. Hettar er gongda leiðin og verður lykilin til at venda gongdini komandi kappingarár, tá vit aftur kappast í 1. deild og til ta tíð, so verður málsetningurin størri enn áður. Vit skulu upp. Onki at ivast í tí. Leikarahópurin í ár, ið telir nógvar góðar mans, skal tryggjast og halda áfram, meðan eikarar skulu fáast til vega, ið hava hug og evnir at røkka málinum um uppflyting í 2020.

Sandoyggin er ikki nakað tilafturskomið økið. Vit eru ikki nakað "charity case" og vit framleiða størstu fótbóltstalentini í landinum ár um ár. Vit hava nógv at vera errin av og ongin skal koma her og siga nakað annað.

Vit bakka ongantíð!

Liðið er B71!

Drívið á!

Kunning

Neytalortakappingin 2019!

Lortapunturin bleiv nr. 861!

Punturin uppi yvir (norður): 678!

Punturin niðri undir (suður): 352!

Punturin til vinstru (vestur): 427!

Punturin til høgru (eystur): 961!

Eisini trektu vit um 4x 20kg av eplum!

Vinnarapuntarnir gjørdust:
559, 902, 260, 170.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar