Taptu í triðju royndini

Dysturin ímillum B71 og KÍ er royndur tvær ferðir áður og triðju ferð eydnaðist tað KÍ at stjala stigini.

Fyri tað fyrsta, lat tað vera púrasta greitt, at tað man ikki vera ein B71ari nakrastaðni, ið vildi hava hendan dystin leiktan. Tað er fúl vanærilig skomm at vit eru hálvavegna tvingaði at avgreiða hendan dystin við nøkrum øðrum enn einum 3-0 sigri til B71 á einum skriviborði. KÍ hevur effektivt svikað seg til hesi stigini og soleiðis er tað. So vóna vit bara at tað var tað vert og at fyrsta plássið í deildini smakkar teimum væl.

 

Dysturin

Dysturin byrjaði annars til okkara fyrimuns. Vit vóru tað betra liðið at byrja við í 1. hálvleiki og tað er, sum ikki einaferð Tijani, ið fer brestandi ígjøgnum í vinstru síðu og smekkar til, lágt og niðast við vinstru stong. Málmaðurin fær fingrarnar á, men hann brestir í stongina og í málið. 1-0 og tað einasta góðkenda úrslitið er kanska ávegis.

Soleiðis skuldi tó ikki vera. KÍ fær útjavnað eftir at Darius Lewis rekur framvið B71 verjuni og fangar hana á skeiva beininum. Eitt væl plasera skot lágt og øvugtu meðna av renningini, fer skoytandi dygst móti stongini og Jóhan Herálvur Hentze í málinum hevði ongan møguleika at náa niður til bóltin.

KÍ økir um leiðsluna eftir 66. minuttir tá eitt innlegg úr vinstru ikki verður hildið av málmanni okkara Jóhan Herálvi, ið man hava verði blendaður av sterku sólini um tað mundi og hann missur hann afturum seg. Tíverri stendur ein KÍari beint aftanfyri og potar hann í netið til 1-2.

Tað gekk ikki eftir vild at fáa spælið at koyra í 2. hálvleiki og hóast vit kanska høvdu yvirvág av og á, so er tað ikki fyrrenn í allarseinasta minutti at tað sær út til at bragda. Minnið svíkir, men tað var antin Aron ella Markus Clementsen, ið koma at standa púra leysir til skot í sekstanmetrinum. Skotið rakar møguliga ein verjuleikara og rættir hann av, men undir øllum umstøðum so fer skotið so beint á málmannin, ið fær lagt seg á bóltin og bjarga. Hettar var, sum man plagar at taka til, "kjansurin". Javnleikur, ið heldur ikki var nakað úrslit, ið mótstøðuliðið hevði uppiborið, hevði hóast alt verið betri enn tap, tá tað skuldi vera. Men soleiðis bleiv ikki.

Vit tapa 1-2 og KÍararnir feira sjálvsagt stigini, tí tey vóru ongantíð teirra at byrja við.

 

Skomm

Nú hevur verið nógv skrivað um hendan dystin aftur og fram; serliga hava tað verið fólk í B71 leguni, ið hava skrivað og víst á sína ónøgd við støðuna og tað er eiheldur løgið. Onki hevur verið at hoyra til mótpartin, tí mótparturin veit at teir vóru so sera hepnir at sleppa undan tapinum.

Sostatt verða hesi síðstu orðini søgd í hesum málinum á hesum sinni. Onki at ivast í at umboðini hjá felagnum fara at reisa málið á aðalfundi hjá FSF, tí slíkt skal ikki koma fyri og enntá er tað blástemplað av ovastu rók. Um ikki FSF setur sær fyri at rætta hettar mistakið, sum vit tó hava álit á at teir fara at gera, so er okkurt ravruskandi galið.

Vit kunnu draga samanum og siga at FSF og KÍ eiga skommina her. Fjølmiðlarnir, ið eru tigandi, kunnu eisini hyggja inneftir og ítróttarfjølmiðlar serliga burdu tikið í egnan barm og vita um teir ikki kundu varpa út annað enn bara úrslit og hagtøl fyri einaferð skyld og skriva um mál sum eru týdningarmikil í ítrótti.

 

Vit vera aftur

Hettar hevur verið ein smeitur fyri okkara fatan av ítróttarandanum í Føroyum sum heild, men vit reisa okkum frá hesum idiotiska úrslitinum. Einasti parturin sum hevur sítt uppá tað reina her, eru vit. Vit taptu og máttu avhenda stigini til KÍ, men vónandi klára vit at tryggja okkum víðari luttøku í deildini hóast hettar. Komandi kappingarár skulu tingini vera øðrvísi. Vit mugu vera kontantari við mótstøðuliðini, ið hava notið gott av okkara naiva blíðskapi, samstundis við at vit styrkja okkara egna felag. Tað gongur sjón fyri søgn at í Fótbóltføroyum 2020, so eru ongir vinir meir og tað er spell. Men vit gera okkum út til veruleikan sum hann er.

Vit vera aftur at síggja í bestu deildini hjá monnum innan ikki ov langa tíð, lat tað vera vist og tá verða vit svangir, eftir oyðimarkargongu í smá 10 ár nú.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl til jólabingo 2019

Ljósareyður seðil nr. 263

Ljósareyður seðil nr. 398

Gulur seðil nr. 320

Gulur seðil nr. 399

Grønur seðil nr. 70

Grønur seðil nr. 108

Grønur seðil nr. 171

Bláur seðil nr. 917

Bláur seðil nr. 985

Ljósabláur seðil nr. 708

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Gittu á tlf. 263676!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar