Thrillara endi av kappingarárinum

Dysturin gekk fyrst ein veg, so hin veg, so varð knappliga javnleikur, áðrenn tað tíbetur at enda var B71 ið stóð eftir við sigrinum og stigunum, ið rukku til triðjaplássið.

Undan dystinum í dag hevði okkara U21 lið tikið stór fet ímóti oddinum av B-bólkinum aftur, eftir at hava verið hektaðir av eina løtu. Sigrar ímóti Víkingi og Skála, umframt trý stig afturat ímóti Skála, tá tað ikki bar til hjá hesum at leika, merkti at vit høvdu fangað ÍF aftur, ið annars lá væl á triðja plássinum frammanundan. Tvey stig vóru millum okkum og ÍF og vit skuldu so leika ímóti KÍ, ið vit báðar undanfarnu dystirnar høvdu ringar royndir at basa. ÍF hinvegin skuldi leika á Skála ímóti oddaliðnum. Tískil stóð tað okkurt uppá spæl hjá okkum, meir enn bert heiðurin. Hóast triðjaplássið ikki gevur nakrar fysisk heiðursmerkir í hondina, so er tað í fótbóltstalu eitt bronsupláss og tí plássinum fóru vit eftir.

Dysturin byrjar heldur kiksað fyri okkara viðkomandi. KÍ leggur seg á odda longu eftir 2 minuttir av spæli. B71 eru ikki klárir enn, men næsta løtan prógvar at tað er bara ein spurningur um tíð áðrenn vit skora fyrsta málið.

Síðstu nógvar dystirnar hava vit havt tveir málmenn í hópinum, men orsaka av lítla hópinum, so er tað hopleyst at spæla við einum eykamálmanni. Ístaðin var Dawid Nowicki koyrdur út at leika, meðan Jóhan Herálvur Hentze vardi málið. Hettar skuldi vísa seg ikki at vera nøkur býtt avgerð, tí tað er júst Dawid Nowicki, ið fær bóltin fyri føturnar inni í feltinum og kann seta innarasíðuna á bóltin og javna fyri B71 eftir 16 minuttir.

Næstu løtuna var tað bara B71 ið stýrdi og vit skora eisini til 1-2, tá Kristian Krog Hentze verður feldur í brotssparksteiginum og Jóhan Herálvur Hentze kemur niðan á vøllin at taka skotið. Hann sendir KÍ málverjan skeivan veg og bombarderar bóltin upp upp í høgra trýara og økir. Sostatt hava málmenninir báðir skorað í dystinum. Kanska ikki beinleiðis nakað met, men absolutt forkunnugt.

Stutt fyri hálvleik, móttekur Áki Hentze bóltin áraka 16 metur linjuna, vendur sær skjótt og skýtir eitt væl plaserað skot eftir jørð framvið málverjanum, ið ikki røkkir til bóltin. Bólturin trillar í netið og so er 1-3 til B71.

Leiðslan heldur tíverri ikki so leingi, tí KÍ minkar um munin í 45. minutti og so 2-3 til hálvleiks.

Liðini koma útaftur til 2. hálvleik og spælið gongur eitt sindur aftur og fram. Óvist er hvør hevur meira spæl, so møguleikarnir koma stytt til báðar síður. Tað er hinvegin KÍ, ið fær bóltin í mál, áðrenn vit megna at økja, tá teir javna til 3-3 í 58. minutti. Spælið gongur sum sagt aftur og fram, men tað er ikki frítt at B71 hevur ein feril meira av spælið hesa næstu løtuna. Loksins í 76. minutti fáa vit bóltin í KÍ netið aftur, tá Rói Klementsen snarar sær á í høgru síðu og leggur bóltin til vinstra fót og sveiggjar bóltin væl inn til Rana Nicolajsen, ið hevur runnið seg frían í brotsteiginum. Rani tveitir seg framav og stútar bóltin, ið rýkir beint á málverjan. Tíbetur maktar hesin ikki at halda bóltinum og bólturin fer víðari inn í málið. 3-4 til B71!

KÍ hevur eitt skot eftir í byrsuni, tá teir í 85. minutti javna enn einaferð til 4-4 og so sær tað eitt sindur ósannlíkt út at vit draga sigurin heim. Hettar er sjálvsagt áðrenn Áki Hentze aftur velur at gera um seg og stútar bóltin harðliga í netið til 4-5! Dómarin letur okkum spæla eitt sindur av yvirtíð, men onki bilar. Endaliga úrslitið gerst 4-5 sigur til B71 og eftir var bara at fáa at vita um ÍF hevði fingið nøkur stig á Skála.

Á veg heimaftur fáa vit tó boðini at Skála vann heili 6-0 á ÍF og tað merkir at B71 fer uppum teir og endar á einum sera, sera flottum 3. plássið í bólkinum við 36 stigum. Kanska passandi við einum málmuni, ið sigur 57-57, tvs. einum jøvnum 0 í málmuni.

 

Fantastiskur hópur; allir gjørdu munin

Óansæð um talan er um ein leikara, ið lítið og ongar minuttir leikti í ár, men var við hópinum tá á stóð at manna, ella dreingir sum vóru til allar venjingar og bóru liðið, leiktu nógvar minuttir og skoraðu málini, so hava allir leikararnir í U21 hópinum gjørt munin tá avtornaði. Hóast vit hava verið hepnir við góðari manning, ið hevur sett himmal og jørð í bevegilsi fyri at møta upp til allar dystir, so hevði tað ikki gingið um vit ikki høvdu eyka leikarar viku inn og viku út, ið tryggjaðu at vit kundu gera innskiftingar og viðhvørt at vit bara megnaðu at mannað liði á degnum.

Alt og allir gjørdu seg galdandi og kunnu erpa seg av at hava luttikið í einum søguligum og sera væl frágingnum kappingarárið fyri B71 í U21 aldursbólkinum. Nógv vóru tey sum ivaðust í at vit høvdu manning og evnir at luttaka, men tað er gleðiligt at vit tóku kjansin og vístu at tað letur seg gera, soleingi man ger eitt gott forarbeiði og fer væl um liðið, sum man meldar til. Tað krevir eitt sindur av samskipan, men tað ber absolutt til.

Vit fara at nýta høvið at takka øllum leikarum fyri teirra stóra ískoyti, øllum áskoðarunum, ið hava møtt væl upp til bæði heimadystir, men eisini útidystir at stuðla og sjálvsagt teimum venjarum, leiðarum o.ø., ið hava hjálpt liðnum ávegis.

Eisini fara vit at ynskja U21 liðnum tillukku við bronsuni í fyrstu atsókn í deildini. Eitt bragd!

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl til jólabingo 2019

Ljósareyður seðil nr. 263

Ljósareyður seðil nr. 398

Gulur seðil nr. 320

Gulur seðil nr. 399

Grønur seðil nr. 70

Grønur seðil nr. 108

Grønur seðil nr. 171

Bláur seðil nr. 917

Bláur seðil nr. 985

Ljósabláur seðil nr. 708

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Gittu á tlf. 263676!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar