Roynast væl ímóti oddinum

Tað vísir seg at uppgávan skal ikki vera ov yvirkomilig, tí vit trívast betur ímóti oddaliðunum. Ein stórsigur ímóti oddaliðnum enn einaferð.

Har var veruligt go í B71 leikarunum í fríggjakvøldsdystinum inni í Dal í kvøld og úrslitið var eisini har eftir. Okkara menn vóru eftir Víkinga leikarunum frá fyrsta bríksli og tað er sera stuttligt at síggja hvussu væl nýggi venjari okkara Christopher dugir at seta menn upp til dyst og hvussu væl hann er fyri at dirigera liðið. Ongin sleppur at seta ein fót forkert og spælið er nógv meiri strammað upp enn tað áður hevur verið.

B71 álopið hevur harafturat brýnt knívarnar til dystin í kvøld og tað var ein sera vælupplagdur og fantastiska væl leikandi Tijani Mohammed ið hevði høvuðsleiklutin hesu ferð. Hann byrjar við at skora longu í 4. minutti, fyri síðan at leggja eftir einum verjuleikara og fanga hann á skeiva beininum í 7. minutti, Tijani pilkar bóltin av honum og rennir alt hann er mentur ímóti málinum og málmanninum. Hann sær út til at ætla sær at skjóta, men við síðunar av honum rennir Markus Clementsen, so hann spælir bóltin sera ósjálvsøkin yvirum og Markus kann smekka bóltin lágt í kassan.

Dysturin er tískil ikki 10 minuttir gamal og longu er B71 á odda 2-0.

Heimaliðið stýrir øllum 1. hálvleiki og Víkingur fær ikki eitt bein til jørðina. Teir royna nøkur innlegg viðhvørt, men Jóhan Herálvur Hentze í málinum pilkar bóltarnar hegnisliga úr luftini hvørja einastu ferð.

Hálvleikurin verður rundaður væl av eftir ein minutt av yvirtíð, tá Símin Hansen driblar inni í sekstanmeturinum og roynir at fáa skot á. Hann megnar tað ikki fyrru ferðina, men bólturin dettur aftur fyri føturnar á honum og so fær hann plasera bóltin lágt og til vinstru í málið. 3-0 til B71 í hálvleikinum.

Einasta kritiska man kundi sagt um dystin í dag var at vit missa tamarhaldið á dystinum í 2. hálvleiki. Spælið er nógv meiri rótut og vit slappa ov nógv av. Víkingur fær gjørt sær dælt av hesum í 76. minutti, tá Rani Hansen fær minkað um munin til 3-1. Eitt feril av nervum kennist á áskoðarunum kring vøllin, tí tað skal ikki meir enn tað eina málið til afturat og so liva vit lívið sera farligt.

Tíbetur kemur Tijani Mohammed okkum til hjálpar enn einaferð í 85. minutti, tá hann fær fatur á bóltinum eini 20-25 metrar úti frá og smekkar til. Ongin heldur tað man fara at eydnast honum at senda bóltin í netið so langt úti frá, men bólturin stýrir sum ein rakett upp í ovasta høgra málhorn og so er 4-1 til B71 og dysturin man vera yvirstaðin um hettar mundi. Dómarin floytar og sera týdningarmikli sigurin er staðfestur.

 

Nærkast einum árið afturat

Hóast vit kunnu ergra okkum um nógvar møguleikar gjøgnum árið, har vit ikki tóku av, so kunnu vit samstundis gleðast um seinastu tíðina tá vaksnamanna fótbólturin hevur gingið uppá stás. Nýggi venjarin hevur bert verið í starvið nakrar vikur, men so at siga øll lata øgiliga væl at og tað gongur sjón fyri søgn at hann er júst tað hettar 1. deildar mansliðið hevur tørv á. Ein ið stýrir við stinnari hond og veit hvat hann vil. Leikararnir tykjast so fyrihalda seg væl til hansara arbeiðslag.

Við sigrinum ímóti B36 leygardagin og nú ímóti Víkingi í dag, so klúgva vit uppum niðurflytingarstrikuna og heilt uppá 6. pláss. Enn er tætt millum liðini, men vit tykjast vera á veg og sjálvsálitið gerst betri fyri hvønn dyst.

Latum okkum halda góðu gongdini við líka og tryggja okkum neyðugu stigini beinanvegin, so harða arbeiði at fyrireika komandi kappingarár kann byrja longu nú!

Ótrúliga væl arbeitt allir tit í 1. deild og venjarar við.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl til jólabingo 2019

Ljósareyður seðil nr. 263

Ljósareyður seðil nr. 398

Gulur seðil nr. 320

Gulur seðil nr. 399

Grønur seðil nr. 70

Grønur seðil nr. 108

Grønur seðil nr. 171

Bláur seðil nr. 917

Bláur seðil nr. 985

Ljósabláur seðil nr. 708

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Gittu á tlf. 263676!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar