Trý ómetaliga týdningarmikil stig

Spenningurin var sjónligur og øgiligur leygardagin á sjálvasta Eplafestivalsdegnum á Sandi. Eitt sindur "vind eller forsvind" lá í luftini.

Tað var eyðsæð á mannfjøldini ið møtti upp til dyst inni í Dal í vikuskiftinum at her stóð nógv uppá spæl. B71 spælir í løtuni eitt sindur fyri tilveru grundarlagnum. Eftir nógva ára fyrireikan uppá at menna mannfólkafótbóltin á eitt hægri støðið, á allar mátar, so er tað ikki í trá við løgdu ætlanir at vit liggja til niðurflyting og tað hevði snøgt sagt verið ein skandala um hettar liðið flutti niður.

Tí var alt sett inn uppá trý stig, minni kundi næstan ikki gera tað og hettar merkti nokk eisini dystin, ið var bygdur nógv upp og intensur. Ikki minst tí mótstøðuliðið taldi tríggjar sandoyingar í byrjunaruppstillingini, umframt ein fyrrverandi B71'ara á venjarabonkinum hjá B36.

Kanska eru tað nervar, kanska er tað eitthvørt annað, men tað kemur meir enn so fyri at vit koma hopleyst vánaligt frá byrjan í dystum, hóast trendin í ár meira hevur verið tann at vit skora eitt mál tíðliga og lata bílig mál inn seinni. Leygardagin var tað hinvegin tað fyrra sum var galdandi. Eitt fríspark verður dømt í 3. minutti og sent innfyri; Niels Johnsson er ovastur og skallar bóltin í málið.

Ikki ein dreymabyrjan, men broytir onki uppá forútsetningin at sigurin skal í hús. Vit megna tíbetur at javna út í 41. minutti, tá Símun Rógvi Hansen í B36 málinum missur bóltin eftir innlegg úr vinstru síðu og Clayton Soares er klárur at skora til 1-1.

Hálvleiksstøðan er 1-1 javnleikur og dysturin er púra opin. Í 70. minutti dukkar eitt eftirhondini vælkent andlit upp á máltalvuni, tá Aron Clementsen leggur B71 á odda 2-1. 10 minuttir seinni javnar Ludvík Breckmann aftur fyri B36 og so er 2-2 og lítið nøktandi úrslit fyri nakað lið hendan dagin.

Í 83. minutti fær Niklas Fríðrikur Joensen seinna gula kortið og so er B71 ein mann í yvirtal tað sum restar í av dystinum.

Í 88. minutti hendir tíbetur tað sum vit øll bíða spent eftir. Aron Clementsen fær bóltin fyri føturnar í sekstanmeturin og allur Dalurin missur ondina eina løtu, meðan hann leggur bóltin av til skot og lammeterar bóltin uppundir yvirleggjaran og inn. Símun Rógvi í málinum hevur ongan møguleika og so er B71 á odda aftur og á veg at heinta trý stig.

Síðstu minuttirnir snigla seg forbí, men dómarin floytar loksins dystin av og stór frøði er á bæði leikarum og áskoðarum.

 

Uppiyvir strikuna, men onki avgjørt!

Við trimum stigum í vikuskiftinum, lupu vit uppum aftur strikuna og eru trygg eina lítla løtu afturat. Vit hava hinvegin fýra dystir eftir at leika og teir eru alt annað enn avgreiðsludystir. Víkingur, B68, KÍ og NSÍ. Teir fyrstu tríggir á heimavølli og síðsti dysturin er so í Runavík. Vit spæla longu aftur fríggjadagin ímóti Víkingi og tá mugu vit aftur royna at fáa trý stig til høldar, so vit kunnu gera arbeiði liðugt og tryggja okkum sessin í deildini eitt ár afturat.

Hendan vikan fer við dygdargóðari venjing og at fyrireika seg til dyst ímóti Víkingi, ið vitjar fríggjadagin 04. oktober.

Drívið á B71!

Kunning

Neytalortakappingin 2019!

Lortapunturin bleiv nr. 861!

Punturin uppi yvir (norður): 678!

Punturin niðri undir (suður): 352!

Punturin til vinstru (vestur): 427!

Punturin til høgru (eystur): 961!

Eisini trektu vit um 4x 20kg av eplum!

Vinnarapuntarnir gjørdust:
559, 902, 260, 170.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar