Óbrúkiligt úrslit

Vit møttu tíverri ikki upp í gjár, mentalt sæð. Vit lótu trý mál inn og hóast einkultar málmøguleikar, so spurdist onki burturúr.

07 Vestur hevði ætlanir um at flyta upp í ár, men alt hevur ikki gingið eftir vild hjá 1. deildar liðnum í ár. Hóast vit ongantíð høvdu ambitiónir um at flyta upp, so høvdu vit áhuga í at vera væl betri fyri stigarmessiga enn í fjør, men vit eru óheppin fyri annað árið á rað og endaðu í somu støðu enn einaferð. Málsetningurin nú er bert tann eini og tað er yvirlivilsi.

Um man gjørdi sær tankar frammanundan um at vit fóru til Vágar at heinta trý stig uttan hóvasták, so var man í besta fall naivur. Tó so, so høvdu vit uppdagað frá fyrr av at vágamenn hava verið til at tosa við um at lata stig og tískil var kanska ein lítil vón at vit fóru at megna okkurt nú vit fóru tann fyrsta útidystin av tveimum resterandi í kappingini. Hettar var tó langt frá sannleikanum, hóast vit til tíðir, sóu út til at vit fóru at gera okkurt.

Tór Ingar Akselsen, ið er afturkomin at hjálpa felagið sínum søkti okkara vónum nokkso skjótt og áðrenn fyrri hálvleikur var runnin, so vóru vit aftanfyri 2-0. Stutt eftir 2. hálvleik vóru vit eisini aftanfyri 3-0.

Gunnar Lydersen, ið ikki er ein maður sum smæðist eitt kort, megnar eiheldur hesu ferð at halda sær í skinninum og verður rikin av vølli eftir 71. minuttir.

Alt í alt, so endaði ferðin til Vágarnar við at kosta okkum meira enn neyðugt. Vit taptu, tað var so eitt, men at tað skal vera neyðugt at fáa kort og útvísningar av reinari frustratión hvørja einastu ferð okkara innsatsur ikki strekkir til "boggles the mind", sum eingilskmenn plaga at taka til, meðan teir rystað høvur.

Vit mugu og skulu enda kappingarárið á betri hátt enn vit higartil hava megnað tað, sjálvsagt hvat stigarsavnan viðvíkir, men eisini hugburði. Í løtuni eru vit ikki eitt lið sum hevur uppiborið at vera verandi í 1. deild. Hettar skal broytast og tað skal broytast skjótt.

Um eina viku hitta vit B36 inni í Dal, meðan Skála og HB hittast norðanfyri. Hettar umfarið kann tískil koppa okkum uppumaftur strikuna í einum, men tá tað er so tætt sum tað er í løtuni í botninum, so er hvør einasti dystur ein finala og fyri tað um vit skuldu gjørt eitt gott arbeiði í vikuskiftinum, so skal man vera klárur uppá at tað skal akkurát tað sama og meira til framyvir, til oktober mánaði er liðin og vit, vónandi og væntandi, hava tryggjað okkum enn eitt ár í næstbestu deildini og enn ein møguleika at gera tað nógv betur enn vit hava megna tað í ár.

Hettar fara vit at klára, men tað skal meira til enn vit vístu í gjár.

Drívið á B71!

Kunning

Neytalortakappingin 2019!

Lortapunturin bleiv nr. 861!

Punturin uppi yvir (norður): 678!

Punturin niðri undir (suður): 352!

Punturin til vinstru (vestur): 427!

Punturin til høgru (eystur): 961!

Eisini trektu vit um 4x 20kg av eplum!

Vinnarapuntarnir gjørdust:
559, 902, 260, 170.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar