Silvurið í hús!

Treytirnar undan dystinum vóru greiðar. Javnleik ella sigur fyri at tryggja silvurheiðursmerkini!

Eina góða løtu sá tað út sum um silvurið eisini fór at gleppa okkum av hondum, eins og gullið hevði fyri kortum, men sum ikki einaferð so var tað eitt kent andlit av Argjum, ið bjargaði okkum á strikuni.

AB legði seg annars á odda, hóast tað sum skilst vóru okkara kvinnur, ið sótu á meginpartinum av spælinum. Tað skuldi eitt langskot frá Vár Miðberg til, áðrenn vit komu ájavnt aftur og hesin javnleikurin var eisini nóg mikið at tryggja okkara kvinnum 2. plássið í 2. deild og hóast málsetningurin var gullið í ár, so vóru tær nokk væl nøgdar við at tær megnaðu silvurið kortini.

Eftir dystin og heiðursmerkjahandan, var ein lítil hugnaløta fyri kvinnunum, har møguleikin beyðst at práta um farna árið. Næsta umfar verður ongin dystur hjá felagsliðnum AB/B71, tí tá skuldu vit leika ímóti HB, ið sum kunnugt trekti liðið úr kappingini.

Vit í Sandoyar Ítróttarfelag B71 vilja ynskja AB/B71 kvinnunum hjartaliga tillukku við enn einum stórum avriki, silvurið fyri aðru ferð á rað og heiðursmerki fyri triðju ferð á rað, hvørt ár síðani endurstovningina av kvinnufótbóltinum her í okkara øki.

Nú er ríkiligt av tíð at byrja at fyrireika til komandi ár tá málsetningurin sjálvsagt verður størri og betri avrik.

Drívið á AB/B71 og enn einaferð hjartaliga tillukku við avrikinum!

Kunning

Neytalortakappingin 2019!

Lortapunturin bleiv nr. 861!

Punturin uppi yvir (norður): 678!

Punturin niðri undir (suður): 352!

Punturin til vinstru (vestur): 427!

Punturin til høgru (eystur): 961!

Eisini trektu vit um 4x 20kg av eplum!

Vinnarapuntarnir gjørdust:
559, 902, 260, 170.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin!

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 27 38 57
2 Víkingur 27 24 55
3 NSÍ 27 28 53
4 07 Vestur 27 9 44
5 B68 27 0 35
6 B36 27 -2 30
7 B71 27 -23 30
8 HB 27 -3 29
9 Skála 27 -10 28
10 EB/Streymur 27 -61 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 15 35 38
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 15 16 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 21 45 50
2 Víkingur 20 34 44
3 B71 21 0 36
4 ÍF 21 -1 34
5 KÍ (b) 19 -4 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 18 -2 17
8 NSÍ (b) 21 -50 13

Høvuðsstuðul

Stuðlar