Súsanna Skylv verður fysiskur venjari

Uppstarturin hjá 1. deildarhópinum hjá monnum skal styrkjast, so væl kann komast frá byrjan.

Tað er ongin loyna at fysisku krøvini at spæla fótbólt á bara nøkulunda støðið eru herd nógv síðstu árini. Undanfarin ár hevur B71 kanska verið eitt sindur av einum eftirbáti í so máta og ikki tikið hesa broyting í nóg stórum álvara.

Síðani besta mansliðið hjá B71 flutti upp úr 2. deild, og komandi ár skal leika í 1. deild, hevur felagið gjørt nógv burturúr at koma væl frá byrjan. Stórur dentur er lagdur á at kappingarárið 2018 ikki skal vera eins og øll onnur ár.

Felagið hevur, sum vera man, tørv á at ganga nýggjar leiðir og at royna ymiskar loysnir, ið áður ikki hava verið raðfestar.

Sum liður í hesi nýhugsan, hava vit ráðført okkum við ítróttarkvinnuna Súsonnu Skylv um fysiska venjing til, í fyrsta umfarið, besta mansliðið hjá B71 og hettar hevur Súsanna eisini játta seg at taka sær av saman við mansliðnum.

Vit í Sandoyar Ítróttarfelag B71 eru sera errin av hesari nýggju avtalu og vænta, at leikarar og fólkið rundanum fara at taka væl ímóti nýggja tilboðnum. Somuleiðis eru vit sera spent uppá at síggja hvørji úrslit og mun hettar fer at hava hjá liðnum sum hon kemur at venja.

1. deildar hópurin kemur saman aftur í januar mánaði og tá seta vit nógv inn, so at allir menn verða klárir til kappingarbyrjan.

Drívið á B71!

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.