Avgreiddu síðsta dystin við sigri

So at siga onki annað uttan heiðurin var uppá spæl síðsta vikuskifti, tá suðuroyingar vóru á vitjan inni í Dal.

Dystarfrásøgnin kemur ógvuliga forskotið hesuferð, men fyri ein ordans skyld, so skuldu nøkur orð fella um hendan dystin eisini.

Uppflytingin var tryggjað í Leirvík tvær vikur frammanundan og eina viku frammanundan vunnu vit so gullið tá skálamenn ikki megnaðu at spilla okkum spælið á heimavølllið. Sostatt var tað bert krúnan á verkið, ið vantaði, navnliga ein sigur í ársins síðsta dysti og tann sigurin kom so eisini uttan stórvegis hóvasták.

Longu í 4. minutti skoraðu okkara leiðslumálið og sum so ofta hettar kappingárið var tað Jóhan Hendrik Lydersen, ella "Henga", ið maðurin er komin at vera kendur sum, ið fekk heiðurin av ársins næstseinasta málið.

Síðsta málið í ár varð skorað so seint sum í 72. minutti og hettar átti Mads Hentze. Tíverri átti Mads eisini síðsta reyða kortið í ár, tá hann feirar málið og, allarhelst í gleðisrúsinum, letur seg úr troyggjuni. Dómarin hevði frammanundan givið honum eitt gult fyri okkurt óregluligt, so tað var ongin ivi um at nú mátti seinna gula kortið falla. Eitt sindur býttisligt kanska, men gotter, sovorði kemur fyri í einari veikari løtu.

Hettar hevði tó ikki ávirkan á góða lagið, tí okkara fingu handa steyp og gullheiðursmerkir og kunnu nú gleða seg til tilveruna í 1. deild komandi ár. Vit gleðast teirra vegna, men heilt víst okkara vegna eisini.

Fyrsta fetið á leiðini er nú tikið og vit fara at taka avbjóðingarnar so hvørt tær koma.

Drívið á B71 og hjartaliga tillukku við uppflytingini!

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.