Jákup Martin Sørensen átti lortapuntin

Hepni húsvíkingurin var til staðar at taka ímóti høvuðsvinninginum.

Í gjár bleiv eitt neyt slept út á bøin hjá Uttastovugarði í Trøðum og skeyt so beint á punt nummar 529.

Hepni vinnarin av 10.000 krónum frá Atlantic gjørdist Jákup Martin Sørensen úr Húsavík!

Enn eru ovari og niðari lortapuntarnir eftir. Ovari lortapunturin gjørdist puntur nummar 554 og niðari lortapunturin var nummar 504.

So fyri at taka samanum:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar fyri tí ótrúligu góðu undirtøku sum tit hava víst kappingini og søluni.

Vinnararnir kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

Drívið á B71!

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.