Ótrúliga spennandi finala

Man nýtist ikki at fara heilt upp til vaksnamannafótbólt at leita sær spenning. U12 kappingin í gjár bjóðaði uppá mangt og hvat.

U12 dreingirnir hjá B71 hava havt eitt ótrúliga væleydna kappingarár. Teir hava vant dúgligani og fingið frálík úrslit alt árið.

Kappingin í gjár var eiheldur nakað undantak. Dreingirnir hildu á við góða spælinum og ikki minst úrslitunum, fyrst við einum 4-0 sigri á HB (d) og síðan einum 6-2 sigri á HB (e). Seinasta mótstøðuliðið á degnum, B36 (b) vann somuleiðis báðar undanfarnu dystirnar, so lagt varð upp til eina ordiliga finalu í seinasta dystinum millum okkara B71 og B36 liðið úr høvuðstaðnum.

Dysturin var harafturat ikki minni spennandi. B36 skoraðu til 1-0 og leingi sá út til at sandoyingar fóru at missa steypið á stokkinum. Sum skilst so drálaði mótstøðuliðið ímóti endanum av dystinum, sum man ger og tað gjørdi at nakrir minuttir blivu lagdir afturat og tað var júst í hesum síðstu minuttunum at Suni Herman Petersen úr Skálavík megnaði at skora útjavnandi málið, ið syrgdi fyri at B71 vann uppá betri málmun.

Sostatt hava dreingirnir fingið sín væl uppiborna vinning fyri at hava víst gott treysti alt árið ígjøgnum. Heiðursmerkir og steyp eru ikki altíð tað týdningarmesta, men tá tað stendur einum í boðið, so er týdningarmikið at man roynir alt hvat mann kann fyri at verða fyrstur. Hettar gjørdu dreingirnir sanniliga í gjár og tað gav úrslit.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 ynskir liðnum og foreldrum teirra hjartaliga tillukku við steypasigrinum í gjár.

Drívið á B71!


Úrslit:

B71-HB (d) 4-0

B71-HB (e) 6-2

B71-B36 (b) 1-1

Kunning

Maratonfótbólturin 2018
Árliga fótbóltstiltakið verður:
Mikukvøld 09. mei - Hóskvøld 10. mei (Kristi Himmalsferðardag)

Aðalfundurin hjá B71
06. mars kl. 19.00 í kantinuni í Ítróttarhøllini

Høvuðsstuðul

Stuðlar