So var staðfest!

Okkara menn góvu okkum ein lítlan hvøkk í síðstu viku, men lukkaðu og slukkaðu heima ímóti Skálamonnum.

Tað var lagt upp til eitt nervøst oddabrak í gjár, tá Skála vitjaði inni í Dal í næst seinasta umfarið í 2. deild hjá monnum. Tá avtornaði, so var dysturin nokkso nógv til okkara fyrimuns og vit vóru eisini klárt betra liðið á degnum.

Tað tók tó ein hálvan tíma áðrenn fyrsta málið, ið Markus Clementsen setti í netið í 34. minutti, men so gingu tað ikki meir enn 5 minuttir til Bakary Bojang økti til 2-0 og so aftur til 3-0 tveir minuttir seinni. Hettar var eisini hálvleiksstøðan.

2. hálvleikur er at kalla nokkso tryggur fyri okkara viðkomandi. Skálamenn fingu eisini eitt reytt kort og spældu tí 2. hálvleik við 10 monnum, ið hevði sín tálmandi ávirkan á teirra spæl, men hóast hettar sleppa teir knappliga og eitt sindur lættliga at spæla seg ígjøgnum í høgru síðu og fáa lagt bóltin inn fyri, har ein Skála maður fær lagt bóltin í eitt tómt net. 3-1, men tað spælið eftir hettar tóktist ongantíð at boða frá at har var vandi á ferð. Sigurin var rættuliga tryggur og verður uppaftur tryggari tá Jóhan Hendrik Lydersen, ið er sera kringur við høvdinum fær skallað bóltin í netið til endaliga úrslitið 4-1 til B71.


Síðsta umfar á Eplafestivalinum

Síðsti dystur verður leiktur 30.09 á Eplafestivalinum á Sandi. Hesin dystur verður ímóti Suðuroyar liðnum TB/FCS/Royn og nú er tað bert ein avgreiðsluspurningur. Úrslitið hevur ikki longur so nógv at siga, men sjálvandi skulu vit fara út og vinna hendan síðsta dystin eisini, so okkara áskoðarar kunnu sleppa at feira dagin saman við leikarunum og gleðast yvir at tað hevur gingist so mikið væl. Uppgávan er greidd og nú skal árið bara rundast av við einum lítlari flottari sloyfu, so vit kunnu byrja at gleða okkum til komandi kappingarár í tí, fyri okkara viðkomandi, meiri avbjóðandi næstbestu deidlini.

Spennandi verður at fylgja við framyvir, meðan vit fyrireika hópin til komandi kappingarár. B71 stendur yvir fyri stórum broytingum og skulu vit vera fremst á øllum økjum, sum er málsetningurin vit arbeiða ímóti komandi árini, so mugu vit altíð royna at vera fetið frammanfyri og geva Sandoyarfólki og limum okkara tey góðu upplivilsini, ið tey hava uppiborið afturfyri dygga stuðulin tey veita felagnum millum ár og dag.

Drívið á B71 og hjartaliga tillukku við uppflytingini!

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.