Sjampanjufløskan fyribils á køl

Vit vunnu uppflyting, men greiddu ikki endaligu uppgávuna at vinna gull í vikuskiftinum.

Tað var eitt eyðsýnt frustrerað og skuffað manslið, ið riggaði av aftaná dómarin bríkslaði av í Leirvík um middagsleitið leygardagin. Kanska høvdu tóku vit tað ov nógv fyri givið at nú skuldi gullið heim í Sandoynna, men leikgongdin boðaði hinvegin ikki frá at vit høvdu uppiborið at tapt.

1. hálvleikur var at kalla ógvuliga óáhugaverdur. Tað spælið sum var, høvdu vit, men so er nokk ikki meir at siga um tað. 2. hálvleikur byrjaði har fyrsti slepti, men klossut verjuspæl letur Víking taka fyrsta málið og ein feril av gummibeinum eina løtu geva teimum næsta málið eisini stutt aftaná. Um hettar mundi vóru eini 20-25 minuttir eftir, men okkara leikarir vóru rystir og brúktu nógva tíð at koma fyri seg aftur.

Meðan vit royna at finna fótafesti í dystinum aftur hendir tað merkisverda at dómarin gevur einum Víkingaleikara seinna gula kortið, men vísir ikki reytt. Høvdu leikararnir sjálvir ikki lagt merki til mistakið, so kundi viðkomandi leikt 90 minuttir, uttan nakað. Ikki sannførandi dómara avrik, tað má sigast.

Meðan okkara menn royna alt teir orka at fáa minkað um munin, hendir so tað at Jógvan Drangberg missur bóltin í einari annars vandaleysari verjustøðu og kennir seg noyddan at hála mótstøðuleikaran niður, ið annars hevði verið fríur ímóti málinum. Reytt kort og so eru vit 10 móti 10 aftur.

Bakary fekk ein sera góðan kjans at minka um munin, men málmaðurin bjargar. Hettar hevði tó neyvan broytt úrslitið, aldan tí tað hendi djúpt inni í yvirtíðini.


Torført mótstøðulið næstu ferð

Víkinga liðið tók av møguleikanum og stóðu ógvuliga kompaktir, men Skála, ið er mótstøðuliðið komandi leygardag er eitt betri lið sum heild, so vit kunnu vænta okkum enn eina torføra uppgávu næstu ferð.

Tað kundi verið gott at tryggja okkum gullið inni í Dal, áðrenn seinasta leikdag, men fyrsta treyt er tó at vit greiða uppgávuna yvirhøvur. Vit mugu leggja tankarnar um gullveitslu til síðis í 2 tímar og bretta upp um ermar.

So takið guirlandurnar niður, stáplið stólarnar saman aftur; tað verður nokk av tíð at gera klárt til ball, tá fyrst vit hava gjørt arbeiðið liðugt.

Drívið á B71!

B71 Veitslan 2017

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.