Genturnar og dreingirnir vunnu

U12 aldursbólkurin hjá B71 hevur veruliga spent seg út í ár.

Dreingirnir í U12 aldursbólkinum eru nærum ósigraðir í ár og har er nokk lítil ivi um at teir liggja ovast í teirra bólki. B71 genturnar eru harafturat væl við í teirra bólki, tó at har mangla nøkur úrslit, so ringt er at vita akkurát hvar tær munnu enda tá árið er av. Livst so spyrst.

Eitt er tó vist, bæði liðini hava fingið ógvuliga nógv burturúr árinum og ment seg nógv. Vit gleðast teirra vegna og vænta okkum meira í framtíðini.

Genturnar spældu kapping á Sandi og vunnu eisini kappingina. Dreingirnir spældu sínar dystir á Skála og vnnu allar dystirnar.

U12 gentur úrslit:

B71-AB (b) 1-1
AB (b)-HB (b) 1-1
B71-HB (b) 4-1

U12 dreingir úrslit:

NSÍ (b)-B71 1-3
B71-HB (c) 2-0
B71-KÍ (c) 5-2
B71-07 Vestur 5-4


Kunning

Maratonfótbólturin 2018
Árliga fótbóltstiltakið verður:
Mikukvøld 09. mei - Hóskvøld 10. mei (Kristi Himmalsferðardag)

Aðalfundurin hjá B71
06. mars kl. 19.00 í kantinuni í Ítróttarhøllini

Høvuðsstuðul

Stuðlar