Úrslitið avspeglar ikki dystin

Viðhvørt ber til at taka í egnan barm og siga at tapt er tapt og viðhvørt, sum í gjárkvøldi, er tapið súrari.

Hettar fyrsta árið hjá nýbrotinum innan kvinnufótbólt í Sandoynni og felags takinum saman við Argja Bóltfelag, hevur bjóðað uppá mangt og hvat.

Frá at byrja árið í 1. deild, har okkara blivu trumlaðar niður, til at taka avgerðina at fara niður í eina lægri deild har støðið kundi væntast at avspeglast støðið har eitt nýbyrjað kvinnulið fer at verða á, til tap og sigrar hvørt um annað og eina til tíðir skuffandi uppmøting av mótstøðuliðunum, so kann staðfestast at árið hevur verið alt annað enn óáhugavert.


Ein lyftur peikifingur...

Vit hava tosað nógv aftur og fram um kvinnurnar hjá AB/B71 og áskoðaratalið hevur verið høgt til nærum hvønn heimadyst, so um úrslitini ikki altíð hava verið til okkara favør, so hevur áhugin og forvitni fyri liðnum verið stórur.

Tað nívir tí meir enn eitt sindur tá man frættir at dystir vera avlýstir høgru og vinstru og at feløg sum annars áttu at havt eitt stórt úrval av leikarum, brúka leikarar frá besta liðnum í næstbestu deildini, tí tær vilja tryggja sær sigurin áðrenn dysturin nakrantíð er blivin spældur. Hesuferð var trupulleikin at linjuverjar manglaðu tá dysturin var floytaður í gongd og úrslitið var eitt (sum keldur vilja vera við) mál í 5. minutti, sum allarhelst var offside. Nú skal sigast at hettar eru leysasøgur, men at døma frá øðrum dystum sum eru leiktir ígjøgnum árið, so er tað trúligt at so hevur verið.

Sum altíð, tá man dittar sær at skriva nakað sum fólk fara at taka til sín uppá ymsar mátar, so skulu vit leggja afturat at her hava verið nógv góð upplivilsir í hesi deildini og tey viga hóast alt tyngri enn tey ringu. Altíð.

Men peikifingurin má lyftast við tí fyri eyga at tað til næsta ár og árini eftir verður øðrvísi, tí 2. deild kvinnur riggar ikki sum hon eigur. Okkara lið hevur vant miðvíst og lagt nógv fyri at hava leikarar tøkar til dyst og at dystir skulu spælast til ásetta tíð, men vit mangla at síggja ein gjøgnumgangandi seriøsitet frá øðrum feløgum. So kundi man freistast at sagt at man ikki skuldi væntað annað frá 2. deild kvinnum, men hettar eru undanførslir. Her eru bara tvær kvinnudeildir í Føroyum og hesar báðar deildirnar eru deildirnar sum fótbóltsáhugaðar gentur kring allar Føroyar kunnu vænta sær at skula leika í. Tí er tað ikki løgið at hugurin at spæla minkar, tá næstbesta deildin í Føroyum ikki riggar betur enn hon ger í løtuni.

 

... og so aftur til dystin

Nú handan lítla klumman er yvirstaðin, so kunnu vit venda aftur til evnið sum greinin byrjaði við og tað var kvinnudysturin millum EBS/Skála og AB/B71 í gjárkvøldið. Sum sagt so lótu vit mál inn (ivasamt ella ei) heilt tíðliga í dystinum og har frá skulu vit líka til 65. minutt áðrenn tað næsta málið bleiv skorað. Spell, tí sum skilst, so lá eitt útjavnandi í luftini, líka til EBS/Skála so økti ístaðin. Orkan byrjaði tá at ganga undan hjá okkara kvinnum og tær endaðu eisini við at lata eitt mál afturat inn, stutt fyri leiklok.

Nú verður allarhelst ikki ein kvinnudystur fyrrenn síðsta umfar 01. oktober tá kvinnurnar skulu spæla heima ímóti KÍ, orsaka av at bæði Giza Hoyvík og B68 eru farnar úr kappingini. Vit fáa at síggja hvussu leikur ferst har, men so vóna vit at vit kunnu byggja upp til tað heilt stóra endabrakið tá síðsti dystur verður spældur við einari rúgvu av heimaáskoðarum!

Drívið á B71!

B71 Veitslan 2017

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.